Vegur stongdur: Grót á vegnum til Tjørnuvík

Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur í morgun, at um 6 mundið í morgun kom ein fráboðan um, at grót var rapað oman á vegin til Tjørnuvíkar. 

 

 

Talan var um so mikið av gróti, at tað bar ikki til at flyta við hond. Tískil vóru boð send eftir Landsverki. Vegurin hevur tí verið stongdur til Tjørnuvíkar í morgun. 

 

 

Landsverk fekk beinan vegin fráboðan um grótið og fór tískil undir uppruddingar arbeiði beinan vegin, sigur vakthavandi. Enn veit løgreglan ikki, um ruddingarrbeiðið er komið so mikið áleiðis, at vegurin er latin uppaftur. In.fo fylgir málinum.