Vegagerð
Nú er ætlanin at gera vegin ímillum Skála og Strendur lidnan.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, hevur biðið Løgtingið um loyvi at gera vegin lidnan.
Arbeiðið er mett at kosta 33 milliónir, men ætlanin er ikki at gera alt í ár
Bjarni Djurholm sigur, at frá 1978 til 1981 stóð Landsverk fyri at umbyggja og dagføra vegin ímillum Skálabotn og Skála.
Komið var tá suður á leið oman fyri Skipasmiðjuna, og endað varð við einum skrávegi oman í bygdavegin á Skála
Ætlanin var at halda fram við hesi vegagerð oman fyri Skála bygd og út á Strendur, men hetta kom í drag.
Í 2000 og 2001 játtaði Løgtingið tilsamans tvær milliónir krónur til at gera ábøtur á vegin ímillum Skála og Strendur og at breiðka hann fyri. Hetta varð gjørt tí at vegurin var bæði smalur og ótíðarhóskandi til ta vaksandi ferðsluna, og at tað komu at ganga fleiri ár, til tann nýggi vegurin varð liðugur.
Í 2001 varð næsta strekkið suðureftir boðið út, og síðani er allur teinurin út á Strendur útboðin í tilsamans fýra byggistigum. Neyðugt hevur verið at rigga til og av í heilum, orsakað av, at játtanir ikki hava verið hóskandi, og hevur hetta dýrkað nakað um verkætlanina.
Frá 2001 - 2005 eru sostatt brúktar tilsamans 23,6 milliónir til nýggja vegin.
Endamálið er serliga at tryggja eitt hóskandi samband millum Skálabotn og Strendur. Men í tí, sum ætlanin er at gera nú, eru eisini atlit tikin til, at henda farleið í framtíðini kann gerast ein høvuðsvegur úr Norðureysturoy og einum møguligum tunli úr Gøtudali, til ein møguligan undirsjóvartunnil millum Skálafjørðin og Tórshavn.
Bjarni Djurholm sigur, at tilsamans skulu gerast 2000 metrar av vegakassa, sum eftir eru at gera ímillum Skála og Strendur. Samstundis skal alt strekkið ímillum Skála og Strendur gerast liðugt og tað er einar 4300 metrar. Harafturat er ætlanin at gera 2400 metrar av nýggjum vegi frá dagførda vegnum sunnanfyri bygdina í Skálabotni, omanfyri bygdina í Skálabotni, við brúgv um Fjarðará til íbinding í landsvegin uml. 150 metrar norðanfyri verandi íbinding í Skálabotni. Vegurin er ein 7 metrar breiður tvísporaður vegur við 1,5 metrar breiðari vegøksl í báðum síðum. Dentur er lagdur á at hava so fáar íbindingar sum gjørligt fyri at tryggja framkomuleikan og ferðslutrygdina. Íbindingar verða tó við bygdina í Skálabotni, á Skála og á Strondum. Ætlanin er, at gamli landsvegurin á teininum verður ogn hjá kommununum.
Tað, sum Bjarni Djurholm nú hevur lagt fyri Løgtingið, fevnir tó bert um tann fyrsta partin, sum er vegurin ímillum Skála og Strendur.
Tá hesin parturin av verkætlanini er liðugur, kann verklagslóg verða gjørd fyri restina av verkætlanini, sum er vegurin í Skálabotni.
Ætlanin er, at vegurin ímillum Skála og Strendur verður liðugur í 2008/2009 og at vegurin í Skálabotni verður liðugur í 2012/2013.