Í gjár fór ein treylari út av vegnum í Skálafirði. Har var smalt og løgreglan sigur, at hann fór út á vegjaðaran, fyri at geva pláss tá ið hann møtti einum bili, men jaðarin skrædnaði undan, so hann endaði í veitini.
Førarin slapp at kalla snikkaleysur. Men hann fekk ilt í beinið og fór á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Í morgun kom ein ungur drongur fyri ein bil í Havn. Eisini hann fór á Landssjúkrahúsið til kanningar, men ongar ábendingar vóru um, at hann hevði fingið nevnivert mein, sigur løgreglan.
Tey vita ikki, hví óhappið hendi.
Og seinnapartin í gjár varð ein bilførari tikin í Suðuroy fyri at koyra við kenning.