Vegurin skrædnar í Sandslíð

Tað eru ikki tespiligar umstøður, sum fólkið í eysturbygdunum á Sandoynni hava havt, tá tey skuldu í onnur støð. Nú er støðan upp aftur verri, ja beinleiðis vandamikil.

Sandoy: Hvønn einasta dag koyra í miðal 500 bilar gjøgnum Sandslíð.

Hetta er ikki nøkur autostrada teir koyra eftir, tí vegurin er bæði smalur og ótíðarhóskandi til ferðsluna í dag.

Hetta veit oyggjarfólkið, men nú er støðan vorðin enn verri og vandamiklari: Nú er vegurin enntá byrjaður at skrædna undan.

Miðskeiðis í líðini eru sett upp skelti, sum vísa staðið har tíðarinnar tonn hevur slitið henda vegin.

- Tað er ikki so nógv at siga til at støðan er soleiðis. Hetta er í roynd og veru ein av elstu vegastrekkjunum í landinum, siga sandoyingar.

Nú vegurin er skrædnaður hevði onkur enntá lagt ein tummastokk í sjálva rivuna. Hesar “mátingar” vístu greitt, at rivan bara vaks dag frá degi.

Fólk liva við óttanum, tí tað er ikki óvanligt at smærri og størri steinar detta oman á vegin.

Tíbetur vísa fólk varsemi í ferðsluni gjøgnum Sandslíð, og koyra eftir umstøðunum. Bert fá óhapp eru skrásett her seinastu árini.


Átrokandi ábøtur

Hjá landsverki eru tey fult greið um umstøðurnar hjá teimum sandoyingum, sum dagliga eru tvungnir at koyra gjøgnum Sandslíð.

Í løtuni verður arbeitt við eini verkætlan um gerð av nýggjum vegi gjøgnum líðina.

Neyðugt er at gera átrokandi ábøtur á partar av vegastrekkinum. Tvey feløg eru biðin um at koma við tilboði uppá hetta arbeiðið.

- Ymiskar loysnir verða kannaðar í løtuni, - eisini møguleikin fyri at gera ein tunnil, verður sagt av Landsverki.

Kostnaðurin í ár til prosjekteringina er 300.000 krónur, og skulu ábøtur haraftrat gerast fyri 700.000 kr.

Hinvegin verður víst á, at skal ein onnur varandi loysn finnast fyri hetta vegastrekkið, verður kostnaðurin fyri hesa mettur at liggja millum 21 og slakar 36 mió krónur.