Veiðipolitikkur á høgum stigi?

Vit eru komin langt út í apríl mánað, og løgtingsvalið nærkast. Nøkur veiðiloyvi eru ikki skrivað út. Talan er um loyvini at fiska tunfisk. Landsstýrið hevur gjørt av, at fleiri skulu fáa loyvi at fiska tun í føroyskum sjógvi.

Veiðan er eitt eydnuspæl. Fiskiskapurin varir bara eina stutta tíð, og neyvan eru nógvir menn við skipunum. Men kortini. Alt ger mun. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ringir, og boðar frá, at fiskimálastýrið hevur gjørt av, at hetta og hatta felagið hevur fingið veiðiloyvi.


So liggur tað ikki á láni! Fiskivinnupolitikkur á høgum stigi! Valið er farið afturum, men landsstýrismaðurin er tann sami. Bara onkur hendinga tíðindi hava verið um tunfiskaætlanir. T. d. at eitt skip er keypt í Malaysia og at onnur hava gjørt samstarvsavtalur við japanskar fyritøkur um skip. Annars hava vit ikki frætt meiri, fyrr enn útvarpið herfyri hevði nøkur løgin tíðindi um, at landsstýrismaðurin avsannar, at menn ella feløg, sum ikki frammanundan fáast við fiskivinnu hava fingið fiskiloyvi. Náh, hugsar tann gløggi lurtarin. Hetta ljóðar, sum mjølið er ikki heilt reint.


Um dagarnar frættist so alment, hvør hevur fingið loyvi at fiska tunfisk í eini royndartíð. Millum tey feløg og reiðaravirki, sum hava fingið royndarloyvi er Føroya Fiskasøla. Okkum vitandi hevur fiskasølan ikki áður rikið beinleiðis fiskiskap. So avsannanin hjá landsstýrismanninum er ikki heilt røtt! Onnur, sum hava fingið loyvi, eru menn, sum hava gjørt vart við seg innan fiskivinnu, ella sum reiðarar. So tað er einki forgjørt í tí.


Tað er at fegnast um, at føroyingar alla tíðina ganga nýggjar leiðir og royna eftir nýggjum fiskasløgum. Hetta er neyðugt, um vit skulu lívbjarga okkum er á klettunum. Ikki minst nú í hesum tíðum, vit sjálv skulu klára okkum búskaparliga.


Ferð eftir ferð hevur Sosialurin viðgjørt og víst á nýggjar møguleikar fyri at fjøltátta høvuðsvinnu okkara, so vit skulu ikki koma við nøkrum atfinningum. Men kortini kann verða spurt, hví ein slík alternativ ætlan, sum at fiska tun, ikki er liður í einum yvirskipaðum fiskivinnupolitikki. Einum politikki, sum t. d. miðjaði ímóti, at reiðaravirki, ella menn, sum fingu tunfiskaloyvi, ístaðin skuldu minka veiðiorkuna á øðrum leiðum ístaðin? Tá høvdu vit fingið tvey fyri eitt, og tá kundu vit tosað um fiskivinnupolitikk, men tað er kanska ov nógv kravt.