Veiðirættindi á uppboðssølu?

Thormund Johannesen, Skipsførari & Skipsverkfrøðingur M.Sc.
-----

Fyri eini 10 árum síðani mælti Búskaparráðið til, at fiskirættindi undir Føroyum blivu seld á uppboðssølu. Síðan hava vit hoyrt og sæð argument bæði fyri og ímóti.
Um hettar er ein góð skipan er ilt at meta um, tí, mær vitandi, er hon ikki nógv roynd.
Ein roynd bleiv tó gjørd í fjør í samband við makrelbýti, og harav kann nakað lærast.
Í sjeytiárunum vórðu flakavirki bygd á næstan hvørjum tanga, og eisini bleiv í fiskivinnupolitikkinum hædd tikin fyri, at rávørugrundarlag var runt alt landið.
Illa gekst tó flakavirkjunum at fáa endarnar at røkka saman, og tí bleiv politiskt skipað soleiðis fyri, at eitt miðal væl rikið flakavirki skuldi hava eitt ávíst skiftisíkast fyri hvørt kilo av fiski.
Við grundarlagi í roknskapinum fyri øll flakavirki, bleiv so ein ávísur kilostudningur veittur gjøgnum Ráfiskagrunnin, so setningurin um skiftisíkastið hjá tí miðal væl rikna flakavirkinum varð náddur.
Hvat henda skipan førdi til, kenna vit helst sviðan av enn tann dag í dag. At vit í dag hava eitt burðartal sum í 30’unum, skyldast fyri stóran part hesi skipan, sum koyrdi alt samfelagið á heysin fyrst í 90’unum, og fólk rýmdu av landinum.
Hugsa vit okkum at onkur í 80’unum kom við hesum uppskoti:
Flakavirkjum skal ikki tryggjast rávøra í fiskivinnupolitikkinum
Allur stuðul umvegis Ráfiskagrunnin skal avtakast
Flakavirkini skulu virka eftir marknaðartreytum og keypa alla sína rávøru á uppboðssølu
Viðkomandi hevði verið verbalt avhølvaður. Argumentini móti slíkum ørvitistosi høvdu verið mong:
Hvør vil reka eitt flakavirki uttan nakra sum helst trygd fyri rávøru?
Eingin vil fíggja eitt flakavirki, har tú ikki hevur trygd fyri rávøru!
Hvussu kanst tú hava fólk í arbeiði, um tú ikki veitst um tú fært nakra rávøru?
Fært tú onki á uppboðssølu ein dag, skal tú so senda fólkið til hús?
Hattar endar við at nakrir fáir ríkmenn/strámenn keypa allan fiskin, osv....
Nei hasin, við slíkum ørvitis uppskoti, hevur ikki skil fyri at reka flakavirki, hevði helst eisini verið sagt um hann.
Men hvør er so støðan í dag?
Flakavirkini verða rikin eftir marknaðartreytum og keypa rávøruna á uppboðssølu. Støðan er nokk ikki verri enn áðrenn vit fingu uppboðssøluna, kanska betri, og letur eitt flakavirki aftur, eru bæði aktørar og fíggingarstovnar klárir við nýggjum kapitali og fígging, so aftur kann farast í gongd.
Eg sigi ikki, at søla av veiðirættindum umvegis uppboðssølu er besta loysnin, men eg vóni samtíðis heldur ikki, at vit aftur eina ferð koyra landið á heysin, áðrenn vit finna út av at lata marknaðarkreftirnar ráða, heldur enn við politiskum reguleringum at stýra fiskivinnuni í ov stóran mun.