Skuldi ein stór vanlukka hent á Svalbard, hevði heilsutænastan á staðnum ikki verið før fyri at tikið sær av henni, tí hon er ov veik til tað, sigur sýslumaðurin á Svalbard, Odd Olsen Ingerø.
Í eini trygdargreining fyri Svalbard sigur hann, at skuldi hent ein størri vanlukka, sum kundi verið ein náttúruvanlukka ella ein álvarslig umfarssjúka, hevði heilsutænastan í Longyearbýnum ikki havt nøktandi tilfeingi.
Hóast fólkatalið í Longyearbýnum er vaksið og virksemið økt, hevur talið á læknum og sjúkrasystrum, sum eru á vakt, verið óbroytt síðani 1981, sigur sýslumaðurin.
Í dag búgva 2.100 fólk í norsku búsetingini og 470 í russisku búsetingini á Svalbard.