Hilmar Simonsen
Anita á Fríðriksmørk og Tórbjørn Jacobsen úr Tjóðveldi hava lagt uppskot fyri tingið um at minka blokkstuðulin úr Danmark, so hann kemur niður á null í 2014. Við útvarpið sunnukvøldið segði Anita á Fríðriksmørk: »Búskaparliga fyllir blokkstuðulin rættiliga lítið. Hann er bert 6 prosent av føroyska búskapinum«.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at fullveldisfólk seta tær gott 600 milliónir krónurnar, sum blokkstuðulin er árliga, upp móti bruttutjóðarúrtøkuni, sum sigst vera á leið 10 milliardir. Ger man tað, so fær man talið 6 prosent – púra rætt!
Men sum føroyskur vejari ógvist eg við, tá eg hoyri ein lim í løgtingsins fíggjarnevnd avdúka sína búskaparligu fávitsku á hendan hátt. Lat okkum fylgja eitt sindur upp upp á tað, Anitu sigur.
Nettovirðið av føroyska ali-útflutninginum er farið at tátta upp móti 1 milliard árliga. Hetta er eitt ómetaliga stórt íkast fyri føroyska búskapin. Og nettovirðið av øllum útflutningi tilsamans úr Føroyum liggur væl um einar 4 milliardir krónur árliga.
Tá Anita sigur, at blokkstuðulin, við sínum 615 milliónum krónum, er 6 prosent av føroyska búskapinum, so má nettovirðið av føroyska ali-útflutninginum vera 10 prosent av føroyska búskapinum. Og nettovirðið av ØLLUM føroyskum útflutningi tilsamans má vera umleið 40 prosent av føroyska búskapinum.
Herligur logikkur
Sambært logikkinum hjá Anitu vil tað siga, at 54 prosent av føroyska búskapinum eru fullkomiliga óheft av, hvussu nógvir pengar koma inn í føroyska samfelagið frá útflutningi og blokkstuðuli!
Fá lond eru so tengd at innflutningi sum Føroyar. Vit innflyta stórt sæð allar brúksvørur, og hópin av tænastum, hvørt ár. Virðið av hesum liggur væl eisini um einar 4 milliardir krónur árliga. Fyri at kunna senda so nógvar pengar av landinum, mugu vit hava pengar í landinum fyrst.
Lat okkum nú ímynda okkum ta margháttligu støðu, at vit skóru blokkin niður á null, og at samlaða útflutningsvirðið, av ókendum orsøkum, kom niður á null eisini. Tá høvdu vit, sambært Anitu á Fríðriksmørk, framvegis havt lív í 54 prosentum av føroyska búskapinum, svarandi til 5,4 milliardir krónur!
Kann Anita á Fríðriksmørk nú greiða okkum frá, hvar hesar 5,4 milliardirnar skuldu komið frá? Og hvussu skuldu vit goldið fyri allar innflutningsvørurnar?
Eigur at vita betur
Ein limur í fíggjarnevndini átti at vitað, at blokkstuðulin er ein ráinntøka, har ein økt króna í blokkstuðuli ikki ‘bert’ svarar til eina økta krónu í bruttutjóðarúrtøku. Har er ein multiplikatiónsfaktorur, sum Anita á Fríðríksmørk ‘gloymdi’ at taka við í samanberingina. Nógv framstandandi fullveldisfólk undan henni hava eisini gloymt hetta. Hetta eru tey, sum ganga á odda fyri at fortelja okkum føroyingum, at vit »saktans kunnu klára okkum uttan pengar úr Danmark«. Eg havi ongantíð hildið, at tað stóð serliga væl til við búskaparligum viti og skili millum hesi fólk. Men at tað stóð so illa til, hevði eg ikki trúð.