Aðalskrivarin í Greenpeace, Mads Flarup-Christensen, sigur seg einki kenna til, At Greenpeace skal seta tiltøk í verk í Føroyum.
Við danska Ekstrablaðið sigur hann, at skipið Esperanza varð 11. august sent úr London á ein túr at seta fokus á oljuídnaðin.
- Vit hava peikað út tíggju ymisk fokusøki, har vit vilja konfrontera oljuídnaðin, sigur Mads Flarup christensen við Ekstrablaðið.
- Eg geri ikki viðmerkingar til ávís aktiónsøki, men eg havi so einki hoyrt um, at nakað er í gongd í Føroyum, sigur hann.
- Og hevði tú vitað tað, um so var? spyr Ekstrablaðið.
- Ja, tað hevði eg nokk, sigur hann.