Veit framvegis ikki hvat hann tosar um!

Eg ætli ikki at leggja meg út í virksemið hjá Fisk­i­mann­a­fel­ag­num í dag. Men Jan Høj­gaard hevur havt nakrar útmeldingar seinastu tíðina, sum kunnu geva fólki eina skeiva mynd av gongdini í fiskimannafelagnum í míni tíð. Hetta skal ikki standa ósvarað.

Óli Jacobsen

 

Longu undan valinum var tað greitt, at Jan visti lítið og einki um tey viðurskifti, sum hann fór til val uppá. Hetta váttaði hann eisini sjálv­ur tann dagin, hann tók við.

Her tykist ikki at vera hend nøkur serlig broyting. Holini í hansara vitan verða fylt við gitingum og ikki minst illgitingum, sum lítið og einki samband hava við veruleikan.

Hann sigur millum annað í tíð­ind­um á heimasíðuni Samtak:

 

Óreglusemi er eisini

í frítíðarlønini….

Hesum pástandi er púra einki grundarlag fyri. Tað ó­­dám­liga í hesum er, at eing­in veit hvønn henda skuld­set­ing­in um óregl­u­semi er reist í­­móti, og kann hon tí eins væl vera móti um­sit­ingini hjá FF, sum hevur eftirlit við hesi skip­an.

Á heimasíðuni hjá FF kemur Jan Højgaard aftur við meira av somu skuffu. Nú skal hann skaffa fiskimonnum aftur milliardir (!) av krónum, sum fiskimannafelagið hevur latið frá sær til reiðarar undir kreppuni í 90-unum.

Millum hetta er ein lækk­ing í ísfiskalínusáttmálanum frá 45% til 43% fyri skip, sum fingu sær svøvlalínu. Hetta var annars eitt stig, sum var við til at bjarga lín­u­flot­a­num tá. Men tað, sum Jan ikki nevnir, er, at síðan hetta er gjørt, hevur tann sami sáttmáli fingið aðrar á­bøtur, sum kosta reiðarum meira enn hesi nevndu 2%, og er hann tí dýrari fyri reiðaran nú enn eftir hesa lækking.

Afturat tí kann verða nevnt, at hesin sáttmáli er mun­andi betri í dag, enn tá eg tók við í FF. Hann er eis­ini munandi betri enn til døm­is tilsvarandi sáttmálar í Íslandi. Tað kann eisini skoyt­ast uppí, at verandi inn­tøkutrygd, sum FF í míni tíð útvegaði fiskimonnum, kemur júst hesum bólki av fisk­i­monnum mest til góðar.

 

Nótaskip: FF tryggjaði fiskimonnum møguleika fyri metinntøkur

Eitt annað dømi hjá Jan er nót­a­skipini. Søgan er tann, at upprunaligi sáttmálin fyri tey stóru nótaskipini var 20%. Fyrsta skipið kláraði seg ikki við hesum sáttmála og fór av landinum. Vandi fyri, at tað næsta fór sama veg. Tá hevði tað verið ein spurn­ingur um fleiri slík skip av hesum slag vórðu bygd. Tískil varð sáttmálin gjørdur soleiðis, at hann hevur stuðlað uppundir at tryggja fiskimonnum skip, sum í 2006 góvu upp til kr. 5.000 í dagløn hjá dekkara. Hetta er nógv tann hægsta inntøkan hjá nøkrum bólki av fiskimonnum nakrantíð. Miðaldaglønin á hesum parti av flotanum var fimm daglønir hjá arbeiðara.

Samstundis gevur sáttmálin møguleika fyri at byggja størri og betri skip, sum kunnu gera inntøkur og livi­um­støðurnar hjá fiski­monn­um enn betri.

Men tað sum er full­kom­liga avgerandi er, at í ver­andi nótaflota hevur eingin mann­ing mist nakran pro­sent­part orsakað av sáttmála hjá FF. Heldur er tað hin­veg­in at sáttmálaparturin er upp farin. Umframt sáttmálan sum gevur hesar inntøkur, hava hesir fiskimenn fingið upp til kr. 300.000 í skatt­a­lætta takkað verið skatt­a­skip­an­ina hjá fiskimonnum, sum neyva­n hevur komin uttan FF.

 

Avvreiddi nevndarsess

hjá FF til reiðara

Tað er so mikið fráliðið síðan formansvalið, at nú má Jan Højgaard metast eftir tí, hann avrikar og ikki tað, hann sigur. Hetta verður vanliga gjørt eftir 100 døg­um, men nú er ríkiliga tann tíð­i­n farin.

Hansara fyrsta avrik var at steðga blaðnum hjá fel­ag­num og harvið at beina fyri teirri vælvild og virðing, sum blaðið skapti felagnum og fiskimonnum. Stórt sæð einki er komið í staðin, og í dag er eingin, sum kennir støð­una hjá FF til aktuel fisk­i­vinnumál. Ikki eingang til skatt­a­skipanina hjá sjó­monnum, har Jan Højgaard longu fyrsta dagin skapti iva um støðuna hjá felagnum.

Her skal verða greitt frá einum dømi um, hvussu Jan Højgaard verjir áhugamálini hjá FF og fiskimonnum.

Hann hevur fleiri ferðir ført fram, at fiskimenn eru ov illa umboðaðir í nevnd­um, har teirra áhugamál verða viðgjørd. Hetta er rætt, men tað er opinlýst mun­ur millum tað, sum verð­ur sagt, og tað sum verður gjørt.

 

Fiskaprísir ein týðandi uppgáva hjá FF

Tað er óneyðugt at siga, at tað er av størsta týdningi fyri fiskimenn hvønn prís, sum teir fáa fyri veiðuna. Júst hetta hevur verið ein stór­ur partur av virk­sem­i­num hjá FF alla mína tíð.

FF hevur ligið í oddanum, tá tað hevur snúð seg um at menna fríu prískappingina, so fiskimenn kundu fáa hægsta prís fyri fiskin, og er hetta eisini komið fisk­i­monnum til góðar.

Síðan fyrst í 90-unum hev­ur hetta virksemi verið sum ein partur av Fisk­a­markn­að­i­num, har FF frá byrjan av er ein høvuðspartaeigari, og tí eig­ur ein nevndarlim.

Okkara mest ítøkiliga í­kast við sjálvan Fisk­a­markn­aðin var umskipanin fyri 2-3 árum síðani, sum innibar, at Fisk­a­marknaðurin var býttur sund­ur í tvey feløg. Upp­runa­liga felagið gjørdist land­ing­ar­mið­støð, og saman við rá­fisk­a­selj­a­rafelagnun stovn­aði upprunafelagið upp­boðs­søl­una við 50% luttøku frá hvørj­um av pørtunum. Hesir part­ar velja tríggjar nevnd­ar­limir hvør. Skipanin innibar, at FF átti ein av teimum trimum nevndarlimunum í upp­boðs­søluni, sum land­ing­ar­mið­støðin valdi. Harvið kom FF framvegis at hava bein­leiðis ávirkan á upp­boðs­søl­u­skip­anina, sum er ein sjálv­sagd­ur partur av virk­inum hjá FF. Alt hetta er ein l­ongri søga, men tað verður við­ur­kent av pørtunum, at lut­t­økan hjá FF og mær sjálv­um í hesi umskipan var eitt diplomatiskt avrik, har tað eyd­n­aðist at fáa frið um upp­boðssøluna til gagns fyri alla vinnuna.

 

Avreiddi umboðanin

hjá fiskimonnum

Eg var spurdur og játtaði at halda fram sum nevnd­ar­lim­ur í hesum báðum fyr­i­tøk­um, um áhugi var fyri tí. Tá hevði í hvussu er verið hild­ið tørn á hesum øki. Hetta gjørdist ikki aktuelt, tí Jan Højgaard vildi sjálvur yv­ir­taka hesar nevndarsessir, og tað er sum so einki løgið í tí.

Jan verður tískil á að­al­fundi hjá land­ing­ar­mið­støð­ini valdur í nevndina. Men tá nýggja nevndin skal velja síni trý umboð í nevndina fyri Uppboðssøluna, hendir tað, at Jan Højgaard tekur und­ir við einum uppskoti um, at FF skal missa sína um­boðan, og at eitt reið­ar­a­um­boð skal yvirtaka sessin hjá fiskimonnum, hóast Jan sjálv­ur var í uppskoti og ann­ars var sjálvskrivaður sum nevndarlimur.

Tískil eru fiskimenn í dag ein­asti partur í rá­fisk­a­vinnuni, sum als ikki eru umboðaðir á hesum týdn­ingarmikla øki. Samstundis hava ráfiskaseljarar, takkað verið Jan Højgaard, nú fing­ið meirilutan í nevndini.

Uppboðssølan er tó so væl und­ir­bygd, at hetta fer ikki at taka grundarlagið undan henni, og tað er avgjørt einki galið við manninum, sum er vald­ur.

Men hetta merkir grund­leggj­andi, at Jan Højgaard hev­ur skert virkisøkið hjá FF í einum so týðandi spurn­ingi sum prísáseting av rá­fiski við at sleppa eini um­boð­an, sum Fisk­i­mann­a­fel­ag­ið annars var sjálv­skriv­að til. Hetta hevði ikki kom­ið uppá tal, hvør annar ið hevði umboðað FF í hesum máli. Alt hetta talar væl saktans fyri seg sjálvt.