- Veit ikki um líknandi fordømi

Formaðurin í fjølmiðlakærunevndini hevur ongantíð áður fingið ein slíkan fyrispurning.

Jan Sjóstein, formaður í fjølmiðlakærunevndini váttar fyri in.fo í dag, at hann hevur fingið ein teldupost frá kringvarpsstjóranum, Johnny í Grótinum, viðvíkjandi skattamálinum hjá Eik og dekninginum hjá Kringvarpinum av hesum máli.

 

Johnny í Grótinum upplýsti starvsfólk á stovninum um hesa avgerð at venda sær til fjølmiðlakærunevndina fríggjadagin í farnu viku.  Johnny í Grótinum segði við in.fo í morgun, at stovnurin nú skal eftirmeta viðgerðina av skattamálið. Hendan avgerðin kemur í kjalarvørrinum av ákærum frá Símuni Absalonsen, grannskoðara um, at Kringvarpið skal hava framt lógarbrot í dekninginum. Og í tí sambandi heldur kringvarpsstjórin, at fjølmiðlakærunevndin kundi viðgjørt hesa ákæru.

 

 

Les eisini: Johnny vent sær til fjølmiðlanevndina um skattamálið

 

Jan Sjóstein sigur, at nú fer nevndin at taka støðu til, um nevndin yvirhøvur kann viðgerða hendan spurningin.

 

- Eg veit ikki um, at vit hava fingið líknandi fyrispurningar áður, og tí skulu vit taka støðu til, um hetta er nakað vit kunnu gera, sigur Jan Sjóstein.