Ein boripallur í Ekkofisk-økinum í Norðsjónum er fyribils stongdur, eftir at eitt veitingarskip rendi á gangibrúnna, sum er millum tveir pallar.
Alt fólkið er framvegis á pallunum, men her verður einki virksemi, fyrr enn møguligir skaðar frá samanstoytinum eru kannaðir, og úrslitið fyriliggur.
Hetta upplýsir ConocoPhillips yvirfyri Verdens Gang, og lagt verður aftrat, at hendingin fór fram umleið klokkan 16.30 í dag.
- Talan var um ein lítlan samanstoyt, men nóg mikið til, at vit mugu kanna eftir, um nakar skaði er, sum ikki er sjónligur við berum eygum.
Eingin fólkaskaði var, og eingin sjónligur skaði á brúnna ella boripallin. Skipið fekk onkrar smærri skaðar, har onkur antenna og onkur rútur brotnaði.
Samskiftisráðgevin, Tore Falck, upplýsir, at eftir eina slíka hending verða eitt nú festini til brúnna, sum bindur pallarnar saman, kannað.
- Hetta arbeiðið fer at taka nakað av tíð, og meðan kanningarnar vera gjørdar, verður einki virksemi á pallinum, og brúgvin verður stongd, til kanningarúrslitið fyriliggur.
Tey, sum arbeiða á boripallinum, búgva á pallinum, og tey eru framvegis her. Eingin er fluttur av boripallinum, leggur samskiftisráðgevin aftrat.
Ekkofisk var fyrsta oljuøki við rakstrarverdum nøgdum, sum varð útbygt í norskum øki.