Veittra størstu avbjóðingini farvæl

Evropeiska hondbólts­sambandið heitti á Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen at døma fyrru mansfinaluna í Challenge Cup. Føroysku dómararnir hava givið avboð

Tað harmar føroysku dómararnar, at teir noyðast at veittra síni størstu avbjóðing í dómarahøpi farvæl. Teir taka ikki av møguleikanum at døma fyrru mansfinaluna í Challenge Cup millum portugisiska Benfica og slovenska Cimos Koper.
– Tað er sera keðiligt, at vit eru noyddir at vísa tilboðnum aftur. Tað hevði verið okkara størsta avbjóðing nakrantíð, sigur Eyðun Samuelsen.
Orsøkin er, at Eyðun Samuelsen fór av vøllinum við skaða, tá bestu kvinnuliðini hjá Stjørn­uni og Neistanum spældu triðja finaludystin um føroyameistara­heitið. Eyðun Samuelsen er fram­vegis ikki komin fyri seg, og hann er ikki førir fyri at døma aftur í bræði.
Tilboðið er greitt tekin um, at føroysku dómararnir hava stað­ið seg væl í altjóða høpi. Teir hava slóðað fyri í føroyskum dómara­høpi. Í februar dømdu teir fjórðings­finaluna millum týska Lemgo og turkiska Besiktas. Í mars runnu teir við floytuni í dystinum í bólka­spælinum í Champions League millum týska SG Flensburg-Handewitt og HC Bosna Sarajevo úr Bosnia. Tað var mett sum størsta bragd í føroyskum hondbólti yvir­høvur.
Fyrri finaludysturin millum Benfica og Cimos Koper verður spæld­ur sunnudagin.