Vejle BK, sum hevur føroyska landsliðsleikaran, Viljormur Davidsen, í hópinum, spældi í dag seinasta venjingardystin, áðrenn næstbesta danska deildin fer av bakkastokki um eina viku.
Dysturin var í Keypmannahavn, har eykaliðið hjá FC Keypmannahavn tók ímóti. Dysturin endaði við 2-2 javnleiki, eftir at FCK hevði verið á odda bæði 1-0 og 2-1.
Viljormur Davidsen var á vøllinum allar 90 minuttirnar fyri Vejle, har hann bæði spældi á vinstra bakki og á høgra bakki.
Í fyrsta dystinum í næstbestu donsku deildini skal Vejle Boldklub um eina viku møta Fremad Amager, sum hevur føroysku Heina Vatnsdal og Bárður Jógvansson Hansen í hópinum.