Føroyski málskjúttin frá sigrinum í Grikkalandi, Jóan Símun Edmundsson, hevur síðani tiltikna dystin skift frá HB til Vejle í næstbestu donksu deildini.
Hoyr samrøðuna við Jóan Símun Edmundsson við at trýsta á pílin undir greinini
Her hevur Jóan Símun Edmundsson veruliga gjørt um seg. Venjari og spælarar hava úttalað seg um, at føroyski landsliðsspælarin hevur evnir til at koma langt. Toftamaðurin hevur eisini skotið mál bæði í uppstartinum og í landskappingini.
Fyri fyrstu ferð í longri tíð er Jóan Símun uttan nakran skaða og kann venja frítt. Vónandi fær landsliðið ágóðan av tí í Rumenia sunnudagin.