Vejle vónbrot í Odense

Christian Høgni Jacobsen var vongverji í høgru mikukvøldið, tá ið Vejle noyddist aftur um brúnna um Lítlabeltið við 2?1 tapi

DANMARK 1. DEILD

Tað hevur gingið nógv upp og niður hjá Vejle hesar fyrstu vikurnar í nýggja kappingarárinum. Mikukvøldið var fimta umfarið á skránni. Vejle var á útivølli í Odense ímóti B1913, og tað var stórt vónbrot fyri Vejle, at teir taptu 2?1 ímóti einum av feløgunum, sum fyrr í summar við neyð og deyð kom undan niðurflytingini, og sum aftur í hesum kappingarárinum verður roknað sum eitt av fremstu evnunum til niðurflyting.
Christian Høgni Jacobsen fjakkar rættuliga nógv á Vejle liðnum. Á heimavølli sunnudagin var hann á sentrala miðvøllinum og málskjútti. Frammanundan hevur hann verið álopsspælari, vongverji og skiftisspælari. Mikukvøldið var hann aftur á vongverjanum í høgru.
B1913 legði seg framum í 9. minutti. Miðvallarin í høgru og liðformaðurin hjá Vejle, Peter Degn, javnaði við brotssparki til 1?1 í 23. minutti, og tríggjar minuttir seinni skoraði heimaliðið sigursmálið, sum bar annað Vejle tapið í hesum kappingarárinum við sær. Vejle er nú á níggjunda plássinum við sjey stigum.
Felagið hjá Johan Byrial Hansen, AC Horsens, sum er grannafelag hjá Vejle, er á odda. Mikukvøldið vunnu teir 2?0 á útivølli ímóti Ølstykke, sum teir frammanundan vóru javnir við í stigum. HFK Sønderjylland, Køge og Ølstykke hava øll tólv stig. Mikukvøldið vann HFK 7?1 á heimavøllinum í Harderslev ímóti FC Aarhus, og Køge vann 1?0 á heimavølli ímóti B93. Fremad Amager er eftir 3?0 útisigur a FC Nordjylland á fimta plássinum við tíggju stigum.
Hini úrslitini mikukvøldið: Silkeborg?Nykøbing Falster Alliancen 2?0 og Fredericia?Brønshøj 2?1.