Vejle vann uttan Viljorm

Vejle eru nú leysir av botninum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

Føroyski landsliðsbakkurin, Viljormur í Heiðinum Davidsen var ikki at síggja á vøllinum, men sat uttanfyri við skaða, tá Vejle á heimavølli í Nørreskoven í Vejle í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini vann 2-1 á Næstved. 

 

Sigurin var sera týdningarmikil fyri Vejle, sum lyfti seg upp frá botninum. Jacob Egiris legði Vejle á odda, tá 22 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki. Átta minuttir seinni økti Dominic Vinicius til 2-0. Dominic Vinicius hevur við sínum málum verið sera týðandi fyri Vejle. Stutt undan leikloki minkaði Næstved um munin til 2-1, sum gjørdis endaliga støðan.

 

Sera tætt er millum liðini í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, og lítið skal til at gera eitt lop á stigatalvuni. Tað gjørdi Vejle so í kvøld, uttan Viljorm Davidsen.

 

Støðan :

 

1 Vendsyssel FF1793528 - 2230
2 Hobro17      84529 - 1728
3 HB Køge17  68319 - 1326
4 FC Roskilde17  7  5520 - 2226
5 FC Helsingør17  6  7424 - 1925
6 Vejle 17 6  6524 - 1524
7 Fremad Amager17 6  6524 - 2124
8 Skive16 7  2716 - 2623
9 Nykøbing FC16 6  3720 - 2221
10 Fredericia17 5  5715 - 2220
11 Næstved17 5  3926 - 3118
12 AB Gladsaxe17 3  21219 - 3411