Vejle við stórum undirskoti

Leiðslan í felagnum stúrir ikki hóast blóðreyð tøl og milliónir í undirskoti.

Vejle Boldklub, sum hevur føroyska landsliðsleikaran, Viljorm Davidsen, á lønarlistanum, hevur í dag lagt fram ársroknskapin fyri 2017, og sigast má, at tølini ikki beinleiðis eru hugalig at síggja. Talan er nevniliga um stórt undirskot.


Partafelagið aftanfyri fótbóltsfelagið Vejle Boldklub eitur VB Alliancen A/S, og roknskapurin har fyri 2017 segði eitt undirskot áljóðandi 6,4 milliónir krónur, samstundis sum eginpeningurin er farin niður á minus 14,4 milliónir krónur.


Felagið sigur, at tað er ítróttarligi málsetningurin um at koma aftur í Superliguna, sum hevur kostað, og vóru lønarútreiðslurnar í fjør 21,3 milliónir krónur til 49 starvsfólk í mun til 17,9 milliónir krónur til 43 starvsfólk árið fyri.


Sambært bold.dk, so vissar leiðslan í felagnum um, at tað er tamarhald á støðuni, og at felagið hevur fingið væl fleiri stuðlar seinastu tíðina. Tað er Andrei Zolotko úr Moldova, ið er høvuðspartaeigari í VB Alliancen A/S.


Tað fer óivað at pynta um í ársroknskapinum fyri 2018, at Vejle í januar seldi brasilska áleyparan, Dominic Vinicius, til kinesiska felagið Beijing Enterprises Group FC fyri smáar 20 milliónir krónur.