?Í gjár boðaðu 21 fakfeløg eftir felags fund frá, at tey ikki góðtaka, og at tey fordøma tann úrskurð hjá Fasta Gerðarættinum um, at heimilað stríðsstig skulu fráboðast við freist. Tey 21 feløgini meta úrskurðin vera gjørdan uttan heimild. Fakfeløgini siga, at tey á ongan hátt góðtaka, at vunnin rættindi og 100 ára gomul siðvenja verður rænd frá teimum, og at hesin úrskurðurin hevur skatt álitið á Fasata Gerðarættin. Tí fer fakfelagsrørslan alt fyri eitt at endurskoða avtaluna um Fasta Gerðarættin.
Útsøgnin hjá fakfeløgunum er markant, og hon skakar heilt víst arbeiðsgevarapartin. Í mong, mong ár hevur millum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar verið tosað og togast um, hvussu karmarnir um samráðingar og stríð skuldu skipast. Arbeiðsrættur var upp á tal, men hann gjørdist ongantíð veruleiki. Í staðin var Fasti Gerðarætturin settur á stovn. Hann er mannaður við umboðum, sum partarnir hava útnevnt og við óheftum formanni, sum rætturin er samdur um.
Í londunum kring okkum eru tað næstan hundrað ár síðan, at fastir karmar og mannagongdir vórðu fyriskrivað um, hvussu farast skuldi fram í sambandi við samráðingar og ósemjur. Høvuðsavtalurnar bera m. a. við sær, at báðir partar í góðari tíð eiga at kunna og verða kunnaðir um tað, tá ið stríðsstig ætlast at verða tikin, og mannagongdirnar í sambandi við seming og semingsfreistir eru fastar.
Fyri næstan hundrað árum síðani mettu grannalond okkara seg vera so mikið framkomin samfeløg, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum í góðari tíð áttu rætt til at verða kunnaðir um verkfall og verkbann.
Í Føroyum hevur gingið striltið við at fáa hesi viðurskifti upp á pláss, og tað hevur fyri vanliga fólkið verið stórt forargilsi. Ikki minst tey sum búgva í útjaðaranum, og sum harvið hava verið meinast rakt, tá ið arbeiðssteðgir hava verið.
Nú boða fakfeløgini frá, at tey ætla at ganga frá aftur nýggju skipanini. Kravið vekir heilt víst stóran ans, og tað fer at bera stóran turbolens við sær, um avtalan um Fasta Gerðarættin skal endurskoðast. Fyri samfelagið og einstøku borgararnar er tað av alstórum týdningi, at hesi viðurskifti eru støðug. Tí mugu partarnir beinanvegin finna seg sjálvar og hvønn annan. Partarnir mugu seta seg saman aftur og hyggja at skipanini av nýggjum, um hon ikki virkar eftir ætlan. Skipanin er jú rættiliga nýggj og óroynd og tí má hon eisini náttúrliga evaluerast út frá gjørdu royndunum. Kritikkurin hjá fakfeløgunum má takast í størsta álvara. Hinvegin hevur samfelagið eisini krav uppá, at vit hava skipað viðurskifti.