ÚTLAND
Fartekst
Kanningin vísir samstundis, at alt fleiri og fleiri ísraelsmenn hava verri og verri livikor. Í fjør vórðu góð 1,1 mió. ísraelsmenn roknaðir sum fátækir, men sambært nýggju kanningini er hetta talið nú hálv onnur mió., sigur útvarpið hjá ísraelska herinum.
Millum tey fátækastu eru tey, sum búgva í býnum Bnei Brak nærhendis Tel Aviv. Tey flestu, sum búgva í býnum, hava víðgongdar átrúnaðarligar hugsjónir. Men fátækradømið sæst eisini væl í Jerusalem, verður sagt.
Tað veksandi fátækradømið er eisini ein spegilsmynd av tí veksandi arbeiðsloysinum í Ísrael. Triðja ársfjórðing í ár vaks arbeiðsloysið átta prosent, og í dag hava 9,3 prosent av landsins arbeiðsmegi einki at takast við.
Tær nógv øktu trygdarútreiðslurnar undir palestinska uppreistrinum hava gjørt sítt til, at fátækradømið veksur. Ófriðurin hevur rakt ferðavinnuna serliga meint, og júst ferðavinnan hevur havt stóran búskaparligan týdning fyri Ísrael.