Nógv veksandi smittutøl í Noregi

Seinastu sjey dagarnar hevur miðaltalið av smittaðum fyri hvønn dagin í Noregi verið 378, men í gjár var talið 560.

 

 

Seinasta samdøgur vórðu staðfestir 560 koronu-tilburðir í Noregi. Hetta eru 156 fleiri enn sama dag fyri einari viku síðan.

 

Hetta er eisini størsta tal av tilburðum síðan hin 21. mai í ár, tá talið var 714 í eitt samdøgur.

 

Seinastu sjey dagarnar hevur miðaltalið av smittaðum fyri hvønn dagin verið 378. Vikuna fyri var miðaltalið fyri hvønn dagin 270.

 

Tað merkir, at smittutølini í Noregi í løtuni eru veksandi.

 

34 fólk eru innløgd á norskum sjúkrahúsum við koronu, og higartil er talið av deyðum í landinum - av ella við koronu - komið upp á 804.