Vel rætta vindeygað

Tá hus skulu byggjast er ein av teimum stóru avgerðunum hvørji vindeygu sum skulu keypast. Her eru nøkur ráð.

Nakrir av spurningunum, ein kann spyrja áðrenn vindeyga verður valt eru t.d:
Hvat tilfar skal eg velja? Plast, træ/mahogny, alu/træ, aluminium, ella okkurt heilt annað?
Skal tað verða síðuhongt, topphongt, toppsving, síðustýrt ella toppstýrt?
Hvat er munurin á álímaðum - og gjøgnumgangandi listum?
Hvat er bjálvingsvirði á glasinum?
Hvussu kann eg samanbera tilboð?

Tilfar
Plast og træ vindeygu eru allarmest seldu vindeyguni í Føroyum. Tað finnast tó nógv onnur sløg av tilfari til vindeygu.
Træ/mahogny er eitt natúrligt tilfar, ið er heitt og sera snøgt. Tá talan er um boðar og útskeringar, eru størri møguleikar við træ/mahogny enn við plast. Rættiliga stórur munur er á, hvussu ofta træ/mahogny skal viðlíkahaldast. Tað er m.a. treytað av, um tað er veðurhart, har vindeyga stendur, viðgerðina vindeyga hevur fingið frá byrjan og góðskuna á trænum.
Plast krevur ikki nógv viðlíkahald, men ber orð fyri at verða kalt. Nógv verður tó gjørt við plast fyri at fáa hetta at líkast træ so nógv sum gjørligt. Plast-vindeygu eru annars betrað nógv tey seinastu árini.

Lata vindeygu upp
Fyri at siga tað einfalt eru tveir mátar at lata vindeygu upp. Tann nýggi og tann gamli.
Tann gamli mátin eru síðuhongt og topphongt. Tvs at eitt hongsul, sum situr uttan á karminum. Tann nýggi mátin er toppsving, síðustyrt ella toppstyrt. Hesi besløg sita millum vindeyga og karm. Besløgini gera vanliga. at til ber at vaska útsíðuna við at koppa vindeyga allan vegin runt.

Listar  álímaðar ella gjøgnumgangandi
Álímaðir listar verða gjørdir sera ymiskt frá framleiðara til framleiðara. Summir seta bert listar á útsíðuna, aðrir seta listar bæði á útsíðu og innsíðu, og uppaftur aðrir fara so langt sum at seta aluminium-listar inn í glasið millum listarnar, so at ikki ber til at kaga niður millum inn- og útlistan og harvið fáa staðfest um listarnir eru álímaðir ella ikki.

Bjálvingsvirði
Bjálvingin á vindeygunum er rættiliga góð í dag. Flestu vindeygu hava tað, ið kallast super lágorkuglas. Hetta glas hevur eitt bjálvingarvirði, ið kallast U 1,1. Eitt vindeyga við einkultum glasi hevur uml. U 9,0 og vanligt termoglas hevur eitt bjálvingsvirði uppá U 2,7. Munurin á vanligum termoglasi (U 2,7) og super lágorkuglasi (U 1,1) svarar til 16 L av olju pr. kvm glas um árið.

Prísur
Tað er sera torført at samanbera tilboð/prís, tá tað kemur til vindeygu. Tað er stórur munur á, í mun til hvussu vindeyguni verða framleidd.
Spurningar um træ-vindeygu kunnu kanska vera: er tað viðgjørt ella óviðgjørt? er drypplistin úr aluminium ella træ? er tað framleitt úr kjarnutræ ella vanligum træ? eru nýttir gummilistar ella er tað hondfuga? hvar sita seymirnir? osfr.
Kelda: Import