Sunnudagin spældu kvinnurnar ímóti CBS, sum tær vunnu 22-18. Harvið er uppflytingin veruleiki, so komandi kappingarár spæla tær í Seriu 1, sum svarar til 4. deild í Danmark. Omanfyri hesa deild eru Københavnarserian, 1. deild og Guldbagerligain.
Hóast sigurin at enda kom í hús, so gekk ein løta, áðrenn gongd kom á hjá ÍF Føroyum. CBS fylgdi føroysku leikarunum væl so hálvleiksstøðan gjørdist 11-11. Í seinna hálvleiki drógu tær meiri royndu føroysku kvinnurnar frá teimum ungu frá CBS, so dysturin endaði 22-18.
Enn er ein dystur eftir at spæla í deildini, men tá ÍF Føroyar hevur tvey stig fleiri enn Ajax København og hevur vunnið báðar innanhýsis dystirnar ímóti teimum, so er uppflytingin veruleiki.
Eisini harrarnir vunnu sín dyst, sum eins og hjá kvinnunum var teirra næstsíðsti. Talan gjørdist um ein 27-19 sigur á HIK eftir hálvleiksstøðuna 12-6.
Dysturin skuldi vinnast, soleiðis at føroysku harrarnir hava eitt so gott útgangsstøði sum gjørligt undan dystinum móti Team Nørrebro 5. apríl, sum verður eitt slag av finulu um at flyta upp í Seriu 1, sum er undir Keypmannahavnarseriuni. Omanfyri Keypmannahavnarseriuna er CBB deildin, umframt 1., 2. og 3. deild. Tað vil siga, at Seria 1 svarar til 6. deild, og tað er her, at harrarnir hjá ÍF Føroyum ætla at spæla næsta ár.
Av teimum 27 málunum gjørdi Leif Hákun Jacobsen 7 mál, Róar Akralíð 5, Tróndur Bogason og Heini Bendtsen 4, Johnny Durhuus og Rani Slættanes 2, Helgi Justinussen, Hanus Johansen og Ørvur á Lað hvør sítt.