Velja deyðan í protest

Við jøvnum millumbilum eru dramatiskar myndir í fjølmiðlunum av buddistiskum munkum, ið hava sett eld á seg sjálvar. Talan er um tað ultimativa politiska mótmælið, við egnum deyða sum endamál. Men hvat fær eitt menniskja til at velja hendan mótmælisháttin?

Søgan byrjar 11. juni 1963 í býnum Saigon, núverandi Ho Chi Minh City, í Vietnam. Buddistiski munkurin Thich Quang Duc er stigin úr einum bili og hevur sett seg niður við ein krossveg við nógvari ferðslu. Rundanum hann standa eini 300 buddistiskir munkar og nonnur. Tey mótmæla katólsku familjuni, ið hevur ræðið á stjórnini í Suður Vietnam. Familjan hevur ført ein harðrendan politikk mótvegis buddistiska meirilutanum í landinum; eitt nú við at banna religiøsum fløggum í býnum Hué, ið er ein kjarna í Vietnamesiskari buddismu. Stutta tíð undan hava stór mótmælir verið ímóti stjórnini, við teirri avleiðing, at 9 fólk lata lív. Hetta elvir til ógvuslig mótmælir ímóti stjórnini frá buddistiska meirilutanum, og henda dagin vóna buddistisku munkarnir at vekja samhugan hjá bæði almenningi og politisku skipanini med alla. Vónin er eisini at vekja amerikonsku stjórnina, ið lutvíst stuðlar stjórnini í Suður Vietnam. Ein annar munkur nærkast Thich Quang Duc, ið situr í miðjuni á mannamúgvuni, og hellir bensin á hann. Thich Quang Duc festir sjálvur í ein svávulpinn og er brádliga í stórum flammum. Eygnavitnir siga frá, at hann situr sum eitt lotus blomstur og mediterar uttan at røra seg. Eygnavitni eru skelkað, men mannamúgvan uttanum forðar sløkkiliðnum, sum er ávegis, at koma til. Og Thich Quang Duc brennir út aftaná nakrar minuttir.


Aftan á kemur fram, at hendingin er væl og virðiliga løgd til rættis. Munkarnir hava frammanundan boða útlendskum fjølmiðlafólki frá, at okkurt stórsligið fór at henda dagin. Amerikanski tíðindamaðurin Malcolm Browne tekur eina mynd av hendingini, ið fer sum eldur kring allan heim. Keldur siga frá, at John F. Kennedy forseti skal hava sagt ”Jesus Christ!”, tá hann sá myndina í bløðunum stutt eftir og seinni, at ”eingin mynd í søguni hevur vakt so sterkar kenslur sum hendan”. Hendingin vendir heimsopiniónini ímóti stýrinum í Suður Vietnam og elvir til stór og umfatandi mótmælir ímóti forsetanum Diem, ið verður settur av við einum stjórnarkvetti nakrar fáar mánaðir seinni.


Hví velja pínufullan deyða?

Oxford sosiologurin Michael Biggs hevur víst á, at fyribrigdi sjálvseldáseting sum politiskt protest amboð hevur sínar røtur í dramatisku hendigini 11. juni 1963. Sambært honum er sera avmarkað søguliga við slíkum hendingum áðrenn hesa, men aftaná er tað vorðið alsamt meiri vanligt at nýta ultimativa sjálvsoffrið sum politiskt protest amboð. Hendingin elvdi til eftirgerð ymsastaðni í heiminum og gjørdist legitimur partur av framferðarháttinum hjá summum mótmælisrørslum. Í dagsins tíðindaflutningi eru tað serliga myndir av sjálveldásetingum í Tibet, ið mótmæla kinesiska yvirræðinum á landinum, ið fylla mest. Men hóast sjálvseldásetingar eru serliga kendar frá úrvaldum asiatiskum londum, eru tær eisini kendar í USA, Eystureuropa og millum kurdisk uppreistrarfólk.


Eftir stendur stóri spurningurin: hví velja summi at taka egið lív í einum politiskum mótmæli, heldur enn at velja onkran annan hátt at mótmæla órættvísi? Og hví velja so ógvusligan og pínufullan deyða sum sjálvseldáseting? Michael Biggs hevur í gransking sínari lagt dent á, at greina eina ørgrynnu av yvirlýsingum og brøvum, ið annaðhvørt eru framleiddar av offrunum sjálvum ella viðhaldsfólki. Hann kemur til ta niðurstøðu, at talan aloftast er um, at drúgt umhugsni og ráðlegging liggur aftanfyri gerðirnar. Serliga tvey endamál koma til sjóndar: vónin um at broyta almenna meining og hugsan um eina ávísa søk, umframt at vekja ídni í viðhaldsfólki at berjast fyri søkini. Sostatt er endamálið oftast ein kollektiv søk og ikki eitt einstaklinga projekt. Michael Biggs vísir sostatt aftur, at talan skuldi verið um fólk,ið eru serliga illa fyri sálarliga ella løtt offur fyri politiskum heilavaski. Tvørturímóti metir hann, at talan ofta er um persónar, ið hava fult ræði á egnum kenslum og æltanum. Í nógvum førum elvir eldáseting tó ikki til deyða, men lívslangan skaða, t.d. kann vera at onkur traðkar til, áðrenn eldurin ger av við persónin. Í teimum førunum hevur Michael Biggs staðfest, at tey flestu sum yvirliva, ikki angra sína gerð.


Treyðugt so hevur Michael Biggs funnið nøkur dømi um, at summi velja hendan útvegin av meiri sjálvssøknum ávum. Sambært honum lýsa summi gerðina sum ein seinasta útveg úr politiskum og persónligum vónloysi. Ímeðan onnur lýsa dramatisku gerðina sum eitt slag av endurgjaldi fyri at miseydnast í lívinum og ikki liva upp til moralsk krøv, um til dømis familja ella samfelag hava sett.


At so pínifullur og dramtiskur framferðarháttur sum sjálvseldáseting verður brúktur, metir Michael Biggs tæna endamálinum, tí at framferðarhátturin sendir ein sera kostnaðarmiklan boðskap til umheimin. Pínan skal vísa umheiminum, júst hvussu nógv offrið leggur í sína søk, umframt at hon skal geva viðhaldsfólki ringa samvitsku um sítt manglandi ídni fyri søkini. Offrini vóna at flyta og broyta almennu hugsanina um sína søk. Talan er sostatt í stóran mun um útroknaðar støðutakanir og ikki kensluligar ella spontanar avgerðir.


Buddistar og hinduistar fremst

Tríggir fjórðingar av tilburðunum eru at finna í India, Vietnam og Suður Korea. Michael Biggs metir, at stóri felagsnevnarin millum hesi er religiónin. Hann dugir tó ikki at siga við vissu, hvønn týdning religiónin hevur. Buddisman leggur til dømis traditionelt dent á frið og er ímóti harðskapi. Og nógvir buddistar hava greitt frámælt slíkari framferð sum eitt nú sjálvseldáseting. Harumframt eru fleiri dømi um eitt nú kristin í USA, ið eftirgjørdu Thich Quang Duc, tá tey skuldu mótmæla Vietnam krígnum og amerikonskum uttanríkispolitikki. Men Michael Biggs rør frammundir, at ein partur av frágreiðingini kann vera, at talan er um átrúnaðir, ið leggja stóran dent á tað innara, og sum í ávísan mun avnokta materialla lívið. Hann vísir á hugtakið ”mentanarlig innovatión”, ið sipar til, at einstaklingar ella bólkar kunnu taka elementir úr einari mentan og nýta tey selektivt til eitt nýtt politiskt endamál - hóast tað ikki beinleiðis samsvarar við uppruna týdningin. Eitt nú er traditión fyri at brenna lík í ávísum greinum av buddismuni.


Hóast hetta finnur hann ikki nógvar ábendingar um religiøs motivir í skrivaða tilfarinum. Tvørturímóti telir tað politiska nógv meiri. Michael Biggs hevur víst á, at fyribrigdi er tætt knýtt at politiskum ónøgdsemi. Áhugavert er, at talan ikki neyðturviliga er um lívshóttandi støður hjá teimum bólkum, ið velja hesa loysnina; talan kann til dømis vera um rættuliga vanligan politiskan uppreistur. Eitt nú vóru tilburðir í samband við studenta uppreistur mótvegis politiskum útbúgvingaravgerðum í India. Hetta gevur ábendingar um, at tilburðirnir í stóran mun skulu bólkast saman við politiskum uppreistri, um enn av sera ógvusligum slagi.


Hendingarnar skilja seg eisini greitt frá islamistiskum sjálvmorðsbumbutilburðum. Hesar hava til endamáls at skaða onnur og fremja ótta fyri, at onnur kanska eiga tørn aftaná, ímeðan sjálveldásetingar avmarkað skaðan til ein einstakan úrvaldan persón. Harnæst er ikki nógv í tilfarinum, sum gevur ábendingar um ”løn aftaná deyðan”, eins og vit kenna tað frá islamistiskum álopum, sum aftur tykist vátta, at talan í stóran mun er um politisk motivir.


Avleiðingarnar


Michael Biggs vísir á, at sera ymiskt er hvørja ávirkan tilburðurnir fáa. Tann fyrsti áðurnevndi tilburðurin fekk stóra politiska ávirkan og elvdi til stjórnarskifti. Ímeðan aðrir ikki fáa eins stóra ávirkan. Eitt sindur kyniskt kunnu vit kanska siga, at almenningurin verður kensluliga immunur tá eitt dramatiskt fyribrigdi endurtekur seg ofta í fjølmiðlunum. Hóast endamálið greitt er, at vekja ógvusligar kenslir hjá hyggjarum og lesarum, við vón um at broya eina politiska støðu.