Velja fyri fyrstu ferð í 40 ár í Hoyvík

12 prosent valdu í Hoyvík í morgun. Fyri fyrstu ferð í 40 ár sleppa hoyvíkingar at velja í Hoyvík

Hoyvík hevur ikki verið valstað til býráðsval síðani 1984. Tá valdur havnarfólk í Kommunuskúlanum, men síðani 1988 hevur høllin á Hálsi verið karmur um valstaðið í Havn, sum eisini fevndi um Hoyvík.

Men hetta er nú broytt, og 3.264 fólk í Hoyvík kunnu í dag velja í Hoyvíkshøllini. Tað er uttan iva nógvar ferðir talið av veljarum, sum var í 1984.

Í morgun høvdu um 12 prosent verið á vali í Hoyvíkshøllini, og saman við brævatkvøðunum var tað 15,4 prosent.

Í høllini á Hálsi í Havn høvdu um 19 prosent valt á middegi.