Tað kunnu vera fleiri frágreiðingar upp á tað. Fara vit eitt sindur longur aftur í tíðina, so var meira vanligt at velja persónar. Áðrenn broytingina í 1966, tá farið varð frá at stilla upp í nummarrøð, hava øll valevni á listunum hava sama týdning. Men soleiðis var ikki fyri 1966, tí tá gjørdi valfeløgini av, í hvørji nummarrøð fólkini vóru á listanum. Tann sum var nummar eitt á listanum, hann fekk eisini atkvøðurnar, sum fóru til listan.
Tá var neyðugt hjá hinum á listanum at »spreingja listan«, um tey skuldu koma fram umm nummar eitt á listanum. Tá máttu tey hava fleiri persónligar atkvøður enn nummar eitt pluss listaatkvøðurnar. Tað hendi seg meira enn so, at onkur soleiðis »sprongdi listan«, sum tað varð kallað.
Síðani valurslit.fo hevur talt upp, hvussu broytingin hevur verið síðani 2008, tá Føroyar gjørdust eitt valdømi. Fyri veljaran merkti tað, nú hevur veljarin øll valevni í Føroyum at velja ímillum. Áðrenn 2008 kundi til dømis ein veljari í Suðuroy ikki velja eitt valevni í Havn. Men við at atkvøða fyri listanum hjá flokkinum í Suðuroy, so stuðlaði kann kortini unidr, at eitt valevni fyri sama flokk kundi veljast í til dømis Havn. Tí avlopsatkvøður vórðu fluttar millum valdømi og útloystu teir fimm eykasessirnar í Løgtinginum, umframt teir 27 umdømisvaldu tingsessirnar.
##med2##
Valurslit.fo skrivar soleiðis:
Meðan veljarafjøldin í Føroyum er støðugt vaksin, so er parturin av veljarum, sum velja ein lista heldur enn einstakt valevni minkaður munandi.
Stóra broytingin hendir á løgtingsvalinum í 2008, sum var fyrsta løgtingsvalið við einum valdømi.
Fýra ár frammanundan, í 2004, vóru tað 4.140 fólk, ið valdu ein lista heldur enn eitt einstakt valevni.
Í 2008 vóru tað 1.124 fólk, sum valdu ein lista.
Munurin var gott og væl 3.000 í einum høggi.
Sambandsflokkurin er tann flokkurin, sum á mest sum øllum valum – bæði løgtingsvali og fólkatingsvali – fær flestar listaatkvøður.
Á løgtingsvalinum í 2022 var býtið av listaatkvøðum hetta:
Fólkaflokkurin: 227 listaatkvøður (0,66 prosent)
Sambandsflokkurin: 404 listaatkvøður (1,18 prosent)
Javnaðarflokkurin: 364 listaatkvøður og (1,06 prosent)
Sjálvstýri: 52 listaatkvøður (0,15 prosent)
Tjóðveldi: 126 listaatkvøður (0,37 prosent)
Framsókn: 86 listaatkvøður (0,25 prosent)
Miðflokkurin: 136 listaatkvøður (0,40 prosent)












