Líka mikið. Nú hevur løgmaður so slakað, og eftir fundir millum floksformenninar fríggjadagin, so er mangt sum bendir á, at vit fáa val í heyst, helst seint í heyst, í oktober ella november.
Tað var Jógvan Mørkøre, samfelagsfrøðingur, sum herfyri róði fram undir at halda fólkatings- og løgtingsval sama dag. Hetta er kanska ikki eitt mál í sær sjálvum, men nú sær út til, at tilvildin ger, at hesi val vera sera tøtt.
Fólkatingsval plaga at vera hildin týsdag. 13. november er sunnudagur, og tá plagar ikki at vera fólkatingsval. Løgtingsval kann sambært lóg ikki vera sunnudag. Um Lars Løkke Rasmussen heldur seg til týsdag, so er seinasti týsdagur í valskeiði hansara 8. november. Hetta var eisini gamli valdagurin í Føroyum.
Tey 14 løgtingsvalini frá 1945 til 1990 hava øll verið hildin í november. Níggju vórðu hildini 8. november, trý 7. november, eitt 6. november og eitt 17. november.
Skulu vit hava eitt val seint í heyst, so er hetta eisini ein upplagdur møguleiki. Tá eru slakir tveir mánaðir eftir valið at avgreiða nýggju fíggjarlógina, sum skal vera borin í tingið í seinasta lagi 30. september.
Hóast politisku flokkarnir – ella í øllum førum teir politikarar, sum vilja hava fleiri bein at knaga, eru kanska ikki so fegnir um, at valini bæði fella saman. Men hetta hevði verið ein spennandi roynd fyri veljaran – og tá vórðu flokkarnir so tvungnir at gera av, hvør skal manna Løgtingið og hvør skal manna teir tveir sessirnar í Fólkatinginum. Í Danmark velja tey eisini um boð í tvey ting, Fólkatingið og ES-tingið. Men tað eru ongantíð somu fólk í báðum tingunum. Her kundi okkara politiska skipan kanska lært nakað...