Hóast Fólkaflokkurin hevði stóra afturgongd og hevði mist tveir tingsessir, og hóast Miðflokkurin hevði mist ein tingsess, so hevði samgongan kortini varðveitt meirilutan, um vit umroknað úrslitið av veljarakanningini til tingsessir.
Orsøkin er, at Sambandsflokkurin hevði havt stóra framgongd. Í kanningini fær Sambandsflokkurin 29,9 prosent, sum hevði givið flokkinum 10 tingsessir. Tríggjar fleiri, enn flokkurin fekk á seinasta løgtingsvali.
Hin stóri flokkurin hevði verið Javnaðarflokkurin, sum hevði finigð 9 tingsessir sambært kannigni við 27,7 prosentum av atkvøðunum. Tað eru tveir tingsessir fleiri, enn flokkurin hevði á seinasta løgtingsvali.
Tjóðveldi hevði staðið í stað á seks tingssessum. Framsókn og Miðflokkurin høvdu mist hvør sín tingsess og fingið ein tingsess í part.
Fólkaflokkurin: 6 tingsessir
Sambandsflokkurin: 10 tingsessir
Javnaðarflokkurin: 9 tingsessir
Sjálvstýrisflokkurin: ikki við í kanning
Tjóðveldi: 6 tingsessir
Framsókn: 1 tingsess
Miðflokkurin: 1 tingsessir
Sjálvstýrisflokkurin stillar ikki upp til fólkatingsvalið, og er tí ikki við í kanningini.
Vit skulu sjálvandi hava tað fyrivarni, at fólk velja øðrvísi til fólkatingsval enn til løgtingsval, men um vit bera saman við kanning fyri tveimum vikum síðani, sum vit eisini umroknaðu til løgtingsval, so stóri munurin Sambandsflokkurin, sum hevur gjørt eitt skarvslop síðani tá.
Í teirri kanningini fekk Javnaðarflokkurin 33,7 prosent av atkvøðunum, sum hevði givið flokkinum 12 tingsessir, meðan Sambandsflokkurin fekk 21,8 prosent, sum hevði givið 7 tingsessir. Munurin á hesum báðum kanningum er, at Javnaðarflokkurin fær tríggjar tingsessir færri enn í fyrru kanningini, og at Sambandsflokkurin fær tríggjar tingsessir fleiri, enn í fyrru kanningini.
Seinast Sambandsflokkurin hevur havt so gott úrslit á einum løgtingsvali var í 1940, tá flokkurin fekk 32,3 prosent. Javnaðarflokkurin hevur ongantíð havt so stóra undirtøku, men tað hevur Fólkaflokkurin, sum skal aftur til 1950, tá hann eisini hevði 32,3 prosent av atkvøðunum.
Men úrslitið av fólkatingsvalinum, sum kanningin snýr seg um, er tað sama, at Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fáa hvør sín fólktingssess, tó at Sambandsflokkurin í hesi kannignin er tann størri.