Veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri portal.fo í gjár vísir, at samgongan hevði fingið ein beint frammaná, um val var í dag. Størsta skrædlið er í Fólkaflokkinum, sum mánadagin nýtti tað sum fleiri kalla ódemokratiskt vald til tess at fáa Anniku Olsen úr Løgtinginum, tá tvey landsstýrisfólk løgdu sessirnar frá sær fyri at taka tingsessin hjá Anniku Olsen.
Og veljarin lønir Fólkaflokkinum hetta hart, tí afturgongdin er øgilig. Flokkurin hevði farið úr 24,5 prosentum á valinum niður í 15,2. Ein afturgongd upp á 9,3 prosentstig, sum hevði kostað Fólkaflokkinum tríggjar tingsessir.
Sambandsflokkurin liggur framvegis lágt í veljarakanningini, um enn eftir sindur hægri enn fyri trimum vikum síðani, so er hann enn langt undir tí lægsta, sum flokkurin nakrantíð hevur fingið. Sambandsflokkurin hevði tó í hesi kanningin bara mist ein tingsess og fingið fimm.
Miðflokkurin er einasti samgonguflokkur, sum gongur fram. Hann hevði fingið 6,7 prosent í mun til 5,4 á valinum, ein framgongd upp á 1,3 prosentstig, sum tó ikki útloysir nakran tingsess.
Tað merkir, at samgongan hevði fingið tilsamans 13 tingsessir. Tað eru fýra tingsessir ov lítið til meiriluta.
Sjálvstýrisflokkurin er á markinum til at koma inn. Sambært útrokningunum hjá spyr.fo er hann innanfyri, men eftirrokna vit tølini á portal.fo, so er hann uttanfyri, helst er onkur desimalur, sum er styttur í útgávuni á portal.fo. Men tingsessurin hjá Sjálvstýrinum stendur at fella til Javnaðarflokkin, sum so hevði fingið 11. Hann fær 10 í kanningini, og Sjálvstýrisflokkurin ein. Tað krevst 3,03 prosent fyri at fáa ein tingsess, og í kanningini stendur Sjálvstýrisflokkuri til 3,0 prosent.
Tjóðveldi stendur til eitt sindur størri framgongd, enn vit hava sæð í kanningum áður, hann hevði farið úr 18,1 upp í 20,9, ein framgongd upp 'a 2,8 prosentstig, sum hevði givið flokkinum ein tingsess afturat.
Framsókn hevði farið úr 4,6 upp í 6,4, og Miðflokkurin hevði farið úr 5,4 upp í 6,7, men tað hevði einki broytt, teir fáa tveir tingsessir í part í kanningini.
Enn er ikki greitt, um løgmaður skrivar út nýval, ella um roynt verður at pjøssa samgonguna saman aftur. Johan Dahl í Sambandsflokkinum hevur boðað frá, at hann verður ikki partur av samgonguni, um Miðflokkurin er við. Tað merkir, at samgongan má fáa Kristin Michelsen úr Sjálvstýri við fyri at fáa meiriluta.