Veljarakanningar

Nógv hevur verið skrivað um veljarakanningar fyri og ímóti, og ofta hevur verið víst á, at tær ikki vóru eftirfarandi. Sjálvur havi eg ongantíð fjeppast uppi í teimum, plagdi at vísa á, at mannamúgvan sang hosianna pálmasunnudag, og longu fríggjadagin róptu tey krossfest, krossfest. Tær eru komnar fyri at vera enn eina tíð, í hvussu so er, men tær mugu lesast við hógv og fyrivarni, og tær kunnu ikki stjórna landinum. Andstøðan og bløðini hjá henni hava gjørt nógv burtur úr teimum seinastu veljarakanningum og vildu, at landsstýrið skuldi broyta sín politikk, so at hann kundi samsvara teimum. Tíbetur er samgongan so mikið at sær komin, at tað ikki hevur nervað hana nevnivert.

Seinastu veljarakanning er ikki so nógv gjørt burturúr, men hon hevur fingið Javnaðarflokkin aftur einaferð enn at snara sær á. Veðurhanar snara eftir ættini. Aðrir tónar hoyrast nú í blaðnum, og teir fríggja til Fólkaflokkin. Hvørki bløðini ella Útvarpið, sum annars gera nógv burtur úr slíkum kanningum, hava heft seg við, at Javnaðarflokkurin gongur aftur, og at teirra formaður ikki fær undirtøku av øllum javnaðarveljarunum til at verða ein møguligur løgmaður. Hetta hendir fyri ein andstøðuflokk, sum hevur brúkt orku og allar snildir til at mótarbeiða landsstýrinum, uttan sjálvir at koma við einum realistiskum politikki fyri okkum í framtíðini, hvørki her heima ella viðvíkjandi sambandinum við danir. Teir tosa um solidaritet og vælferðarsamfelag, men hetta eru bara tóm gomul orð, sum ikki minst í Danmørk púrastaðni verða umtulkað: Hvat skal eitt føroyskt vælferðarsamfelag byggja á, hvussu skal tað síggja út? Hvat vil danski Javnaðarflokkurin ganga við til av broytingum í Føroyum? Veit Javnaðarflokkurin tað?

Heimastýrislógin skal broytast, siga teir, men hvat skal broytast og hvussu? Tá ið flokkar ongar høvuðsætlanir hava, mugu teir fara frá sak til sak, men verri er, at teir noyðast at brúka líkt sum ólíkt til verju. Teirra vápn verða skitnari og skitnari. Nú eina tíð eru tað lógargreinar, teir brúka móti landsstýrismonnunum. Tað gjørdi danski Javnaðarflokkurin eisini, men tá hann so sjálvur kom til valdið, minnast vit føroyingar, at hann boðaði frá, at juristar ikki skuldu stjóran landinum.

Minnast vit aftur á tosið fyri seinasta val, eru stórar broytingar farnar fram. Ein partur av fólkinum er vaknað og farið til verka heilt øðrvísi enn í áttatiárunum, ja tað er ikki samberuligt, men sjálvandi er ein partur eftir, sum enn gníggjar svøvnin úr eygunum, tað mugu vit bera yvir við, eisini tey vilja koma fyri seg og fara til verka, men tað er at taka morgunin í akt. Sólin er við at koma upp á himmalin, so tað nyttar teimum báðu stóru flokkunum einki og teirra bløðum at royna at rura fólk í blund aftur, kanska okkurt gamalt ella ússaligt fólk, men tey kunnu fáa frið til at sova eina løtu afturat. Tað var ótrúliga ljótt og grovt, at formenninir fyri báðar andstøðuflokkarnar einki annað høvdu at siga okkara lógliga valda landsstýri, beint áðrenn teir skuldu fara til umráðandi samráðingarnar við donsku stjórnina, enn: »Leggið frá tykkum«. Hetta verður standandi.

Einaferð var sagt: »Stauning ella kaos« (sagt fyrr og síðan), men um nú hetta landsstýrið legði frá sær, hvussu greið mundi støðan tá verið. Hvør skuldi myndað landsstýrið? Hvør skuldi verið løgmaður t.d. Vildi hon so bara tikið móti diktati frá Nyrup Rasmussen, og so brúkt alla orku, sum teir plagdu, at snara og dreyga málinum aftur og fram, fyri at fáa fólk at svølgja, men nú eru nógv fólk vaknað, nógv er komið fram í ljósið. Tað vendist ikki aftur til støðuna undan seinasta vali. Teirra andstøða hevði ikki bara verið nakrir fáir politikarar, sum sótu og kroystu okkurt burtur úr sær. Nei, nú er ein stórur vakin veljaraskari úr fleiri flokkum, sum fylgir væl við og letur sær ikki alt bjóða. Veðurhanar eru veðurhanar og góðir til sítt brúk, men teir siga einki um kósina.


Steinbjørn B. Jacobsen