Veljarakanningar geva ymisk úrslit

Tvær veljarakanningar, sum verða almannakunngjørdar í Danmark í morgun, geva hvør sítt úrslit. Ein kanning, sum Megafon hevur gjørt fyri TV2 og Politiken, sigur, at teir hevði fólkatingsval verið nú, høvdu teir borgarligu fingið 50,9 prosent av atkvøðunum og andstøðan 49,1 prosent.

Men ein kanning, sum Greens hevur gjørt fyri Børsen, sigur, at andstøðan hevði vunnið valið við 54 prosentum av atkvøðunum, og at teir borgarligu høvdu fingið 46 prosent.

Kanningarnar eru á einum máli um, at Tey Konservativu høvdu mist helmingin av sínari tingmanning, var val nú, og at Tey Radikalu hava ikki havt so stóra undirtøku síðani 2007 sum nú.