Val í Japan: Stjórnarflokkur stóra afturgongd

Stjórnarflokkurin í Japan gongur týðiliga aftur, vísa veljarakanningar. Men kanska kann hann framvegis mynda ein meiriluta við øðrum.

Stjórnarflokkurin í Japan - konservativi Liberaldemokratiski flokkurin LDP - fer væntandi at missa meirilutan í undirhúsinum.

Tað vísa kanningar frá valstøðum hjá japanska almenna útvarps- og sjónvarpsfelagnum, NHK, sunnudagin.

LDP stendur til at fara úr 247 mandatum til millum 153 og 219 tingfólk, vísa veljarakanningar hjá NHK.

233 umboð skulu til fyri at fáa meiriluta í undirhúsinum, sum hevur 465 limir.

Men mátingarnar vísa eisini, at onkur óvissa er um, hvørt LDP fer at megna at skipa meiriluta við sínum samgonguflokkinum Komeito.

Sambært NHK er enn ov tíðliga at siga nakað um, meðan miðilin Nippon TV, vísandi til egnar mátingar, væntar, at stjórnarflokkarnir eisini tilsamans fara at missa meirilutan.

 

Ritzau/Reuters