Veljarakanningin sýnir eina ódámliga gongd

Úrslitið av veljarakanningini, sum Dimmalætting lat gera fyri stuttum, bendir á, at vit fáa eina polarisering millum samband og loysing. Hetta merkir, at tíðin verður skrúvað aftur til 1906

Meðan eg havi verið í summarfrí, er ein veljarakanning, sum Dimmalætting hevur latið gjørt, almannakunngjørd. Hóast nakað nú er fráliðið, síðani henda kanning varð kunngjørd, loyvi eg mær kortini at gera nakrar viðmerkingar til kanningina.

Lat tað verða sagt beinan vegin, at eftir mínum tykki, so er úrslitið av kanningini sera ódámligt. Sambært kanningini verður sambandsflokkurin, sum hevur sitið við leiðsluni í trý ár, uttan at prógva at flokkurin hevur nakrar loysnir yvirhøvur, framvegis størsti flokkur á tingi. Tjóðveldisflokkurin, ið higartil ikki hevur gjørt serliga nógv vart við eg í andstøðu, verður næststørsti flokkur og hevur nærum tikið sambandsflokkin aftur.

Tað er heilt greitt, at her er talan um eina polarisering millum samband og loysing, soleiðis at veljararnir leita til teir flokkar, sum eru mest avgjørdir í spurninginum millum samband og loysing, soleiðis at veljararnir leita til teir flokkar, sum eru mest avgjørdir í spurninginum um ta ríkisrættarligu støðuna hjá Føroyum. Og orsøkin til hesa støðuna er løtt at finna. Tað er tann spenta støðan, ið hevur valdað millum Danmark og Føroyar seinastu árini, sum førir til hesa polarisering. Svarta gullið, ið fleiri og fleiri rokna við at fáa burtur úr undirgrundini, telur møguliga eisini við.

Øll tey, sum hava kunna seg um ta føroysku politiksu søguna vita, at øll árini frá 1906 til 1928, tá javnaðarflokkurin fekk sítt fyrsta umboð á ting, vóru bert tveir flokkar í Føroyum, Teir vóru sambandsflokkurin og sjálvstýrisflokkurin. At tað politiska orðaskiftið snúði seg um ríkisrættarligu støðuna. Tað var ein óendalig togan um samband ella sjálvstýri. Á politisku dagsskránni var ikki pláss fyri øðrum málum. T.v.s. at onnur týdningarmikil málsøkir, sum t.d. almannamál, vinnulívsmál, arbeiðsmarknaðarmál o.s.fr., so at siga onga umrøðu fingu.

Sama mál fekk eisini ríkiliga rúmd á dagsskránni undir seinna heimsbardaga og serliga aftaná bardagalok. Tað, at vit høvdu verið leysir av Danmark í fleiri ár, og so tað at vit attu nógv fremmant gjaldoyra til góða í Bretlandi aftaná bardagaárini, gav summum blóð á tonna. Støðan tá, var tann sama, sum hon, ið valdaði árini aftaná 1906. Stríðið um ríkisrættarligu støðu Føroya køøvdi øll onnur mál. Tey fingu ikki pláss á politisku dagsskránni. Stóri ágóðin av fremmandum gjaldoyra fekk skjótt bein at ganga á. Hann var sjálvandi bert ein natúrlig avleiðing av heimsbardaganum, sum førdi til matvørutrot í Bretlandi við tí úrslitið, at vit fingu ein heilt óvanligan prís fyri okkara fiskaútflutning.

Ongin ivi er um, at svarta gullið úr føroysku undirgrundini, fær somu lagnu, sum høgu fiskaprísirnir á bretska marknaðinum í bardagaárunum fingu. Oljukeldurnar eru nevniliga ikki ótømandi. Talan er um eitt ríkidømi ­ um tað annars er har ­ sum vit, ið nú liva ikki eiga einsamøll. Vit hava skyldu at goyma stóran part av hesum inntøkum til okkara eftirkomarar ­ til komandi ættarlið av føroyingum. Eg havai fyrr í ár skrivað grein um hetta mál og mælt til, at ein stórur partur av eini møguligari oljuinntøku verður bundin uttanlands, t.d. í ein tiltaksgrunn (kreppugrunn), sum kann verða ein trygd hjá okkara eftirkomarum.

Stríðið um ríkisrættarligu støðuna í bardagaárunum og í árunum beint eftir bardagalok, førdi sum kunnugt til, at vit fingu heimastýrislógina, sum kom í gildi 1. apríl 1948. Og tað er vert at leggja sær í geyma, at tað vóru ikki polarnir í stríðnum um ríkisrættarligu støðuna ­ sambandsflokkurin og fólkaflokkurin ­ ið fingu hesa nýskipan í lag. Tað vóru heldur miðflokkarnir ðí stríðnum um ríkisrættarligu støðuna ­ javnaðarflokkurin og sjálvstýrisflokkurin ­ sum bóru so í bandi, at heimastýrislógin sá dagsins ljós. Dúgliga hava teir reypað av, hvussu væl teir hava stýrt og bendir hetta á, at heimastýrislógin hóast alt ikki var nakað misfostur.

Longu í 1990 ásannaði javnaðarflokkurin, at møguleikarnir í heimastýrislógini, sum tá hevði verið í gildi í samfull 42 ár, vóru úttømdir. Tí setti javnaðarflokkurin eitt nýtt mál á valskránna til løgtingsvalið í november 1990. Hetta var lóg um føroyskt sjálvstýri. Ein sjálvstýrislóg, sum kundi avloysa heimastýrislógina, ið vit ikki mettu at vera nýtiligan karm um ríkisfelagsskapin longur. Alt tað, sum er hent í ríkisfelagsskapinum síðani 1992 prógvar, at javnaðarflokkurin var á rættari leið, tá hann setti sjálvstýrislógina á valskránna í 1990.

Nú eiga vit at sláa kalt vatn í blóðið. Hóast samstarvið í ríkisfelagsskapinum ikki hevur verið nøktandi seinastu fimm árini, so er heta ikki orsøk til nakra polarisering, har valið verður gjørt so einfalt, at krossurin antin verður settur við samband ella loysing. Ein slík polarisering kann bert føra til politiska naggatódn tá tað snýr seg um øll onnur mál enn hetta eina. Og tað hava vit heilt einfalt ikki ráð til.


tann 22. september 1997