Veljarakanningin - Vit fingu tað burtur úr sum vit vildu

Útvarpsstjórin sigur, at endamálið við kanningini var at fáa eina mynd av støðuni hjá fólki eftir tveir daga orðaskifti á tingi, og hann heldur, at teirra veljarakanning gevur eina góða mynd av hesum

Í sambandi við tær viðmerkingar, sum John Mortensen hevur til veljarakanningina hjá Útvarpinum, hava vit tosað við Jógvan Jespersen um kanningina.

Útvarpsstjórin sigur, at tað ongantíð var ætlanin at gera eina samfelagsvísundaliga kanning.

? Vit vildu hava eina kanning, sum vísti støðuna hjá fólki eftir at politiskt kjak hevði verið um málið í tveir samfullar dagar. Tað halda vit eisini at kanningin gevur eina góða mynd av sigur Jógvan Jespersen.

Orsøkin til, at Útvarpið sjálvt gjørdi kanningina var, at tíðarbilið passaði illa till at Fynd skuldi gera kanningina.

? Vit heittu á Fynd um at gera kanningina, men tað lá ikki fyri hjá teimum av fleiri orsøkum. Heystfrí var og annað var eisini sum forðaði, og tað hevði við sær, at teir fingu ikki gjørt kanningina júst tá vit vildu hava hana gjørda, og tí valdu vit at gera hana sjálvi, sigur Jógvan Jespersen.


Fylgt vanligari

mannagongd

Hóast tað tí ikki eru teir, sum vanliga gera slíkar kanningar, sum hava gjørt hana, so heldur Jógvan Jespersen ikki nakra orsøk vera til at ivast í kanningini.

? Kanningin er gjørd á sama hátt, sum allar aðrar kanningar, og tað vil siga, at vit hava tryggja okkum, at kanningin er umboðandi ella representativ, sum tað eitur. Vit kenna mannagongdirnar og hava eisini fylgt teimum, sigur útvarpsstjórin.

Hann leggur afturat, at hann ikki metir spurningarnar grunnar.


Fingið hjálp

frá serkønum

Utvarpið hevur orða spurningarnar við hjálp frá serkønum fólki, og hevur orða teir eftir teimum spurningum, sum teir vildu hava svaraðar. Endamálið var sum sagt ikki at gera eina samfelagsvísundaliga kanning, og hon er ikki gjørd við tí fyri eyga at brúkast í samanbering, sigur Jógvan Jespersen.

Hann leggur afturat, at serkøna hjálpin teir hava fingið at gera spurningarnar hevur verið frá samfelagsfrøðingum, sum eisini eru vanir at arbeiða við veljarakanningum, og at sjálv eftirviðgerðin av svarunum er gjørd av fakfólki.

Í so mátat er einki at koma eftir, heldur útvarpsstjórin.