2017 hevur ikki verið eitt gott ár hjá bretska forsætismálaráðharranum Theresu May. Fyrst misti hon, í eini miseydnaðu roynd at styrkja um støðuna hjá teimum Konservativu í Westminster, tann reina meirilutan í bretska parlamentinum, ið flokkurin hevði, tá hon útskrivaði nýval í vár. Og eftir fleiri mánaðir, har mótstøðufólk í andstøðuni og egna flokki hava funnist at henni, tykist nú, at stuðlarnir hjá henni fækkast alsamt.
Ein nýggj veljarakanning, ið stovnurin Ipsos MORI hevur gjørt fyri the Independent, vísir nevniliga, at tað aldrin hevur verið ein forsætismálaráðharri, ið veljararnir hava verið so ónøgdir við ein mánað eftir tjóðartingsvalið sum Theresa May.
The Independent skrivar, at 34 prosent av veljarunum siga, at tey eru nøgd við Theresa May, meðan heili 59 prosent siga, at tey eru ónøgd. Tað vil siga, at tað eru 25 prosentstig fleiri veljarar, ið eru ónøgd við Theresa May enn nøgd.
Hetta er eisini fyrstu ferð, at andstøðuleiðarin Jeremy Corbyn, leiðari fyri Labour flokkin, klárar seg betri í eini veljarakanning hjá Ipsos MORI enn Theresa May. 44 prosent siga seg vera nøgd við Jeremy Corbyn, meðan 45 prosent siga seg vera ónøgd við hann.
Hóast ónøgdin tykist at vera stór við Theresu May, so vísir kanningin kortini, at tá veljararnir skulu siga hvør er best egnaður sum forsætismálaráðharri, søgdu 46 prosent Theresa May, meðan 38 prosent søgdu Jeremy Corbyn.