Veljarin revsar ótrúskap

Politikarum, sum skifta flokk, hevur ikki verið langt lív lagað í føroyskum politikki. Politiska framtíðin hjá Helenu Dam á Neystabø sær statistiskt ikki nakað serlig út

 

Flyting


Føroyskir politikarar, sum hava skift millum flokkar, verða traditionelt revsaðir av veljarunum, sum hóast alt tykjast flokstrúgvari, enn valtøl av og á vísa.

Seinnu árini hava nakrir føroyskir politikarar roynt at skift flokk. Serliga hevur tað verið í samband við val, at teir hava valt at stilla upp fyri annan flokk, enn tann, teir hava umboðað, ella eisini verið settir í samband við.

Av landspolitikarum tykjast tað í dag bara vera Kristian Magnussen úr Javnaðarflokkinum og Finnbogi Arge, sum í dag umboðar Fólkaflokkin, sum er komin aftur í aftur eftir eitt floksskifti. Finnbogi Arge varð kortini ikki afturvaldur, men situr á tingi sum varamaður fyri Bjarna Djurholm, ið er landsstýrismaður.

Tá fyrrverandi formaðurin og løgtingsmaðurin í Sjálvstýrisflokkinum, Lasse Klein, ikki varð afturvaldur, royndi hann eisini at skifta flokk og stillaði upp fyri Kristiliga Fólkaflokkin. Tað gav ikki tað ætlaða úrslitið, og Lasse klein hevur verið burtur úr politikki seinasta valskeiðið.

Sama hendi við Jákupi Olsen í Vági, sum frá at vera tjóðveldismaður, fór upp í Kristiliga Fólkaflokkin, sum hann umboðaði eitt skifti. Síðan royndi hann at koma á ting fyri Fólkaflokkiní Suðuroy, men tað bar ikki til.

Tordur Niclasen hevur eisini umboðað tvinnar flokkar í føroyskum politikki. Hann byrjaði í Kristiliga Fólkaflokkinum Føroya Framburðs- og Fiskivinnuflokki, men fór burtur úr og stovnaði Miðflokkin, sum hann umboðaði eitt skifti.

Heldur ikki hann varð afturvaldur við seinasta val og hevur verið rímiliga kúrrur síðan. Hann stillaði upp aftur fyri Miðflokkin til fólkatingsvalið, men fekk, hóast hann gjørdist nummar tvey á listanum, bara ein slakan triðing av atkvøðutalinum, sum Jenis av Rana, løgtingsmaður floksins, fekk.

Verkamannafylkingini, sum í høvuðsheitunum varð stovnað av av fólki, sum fór úr Javnaðarflokkinum í 1994, varð bara eitt skeið lagað á Løgtingi, hóast tey høvdu eitt sera gott val í 1994.

Av manningini, sum tað valskeiðið kom á ting og í landstýri, er bara Kristian Mgnussen eftir, men nú sum limur í Javnaðarflokkinum. Hini bæði umboðini, Ingeborg Winther og Óli Jacobsen, sum undan 1994 vóru virknir limir í Javnaðarflokkinum, eru ikki í politikki í dag. Kristian Magnussen var seinast uppstillaður til fólkatingsvalið, men fekk har eitt úrslit, sum hann als ikki eigur at vera nøgdur við sum virkin politikari.

Niels Pauli Danielsen var tjóðveldismaður, áðrenn hann var við til at stovna Kristiliga Fólkaflokkin. Hann er heldur ikki at finna millum politikararnar, sum roknað verður við í dag.

Helena Dam á Neystabø var skrásettur limur í Javnaðarflokkinum í somu viku, sum hon varð uppstillað til løgtingsvalið í 1990 fyri Sjálvstýrisflokkin.

Fyribils tykist ymiskt benda á, at eisini hon er á veg út av politiska pallinum.