- Tað følist nokk so løgið at verða vald inn fyrstu ferð eg stilli upp - serliga nú flokkurin hevur afturgongd. Soleiðis sigur Hervør Pálsdóttir, ið er ein av teimum fýra undir 30, ið fingu sæti á tingi hesaferð.
- Eg trúði, at eg hevði ein møguleika at verða vald, tá eg helt, at vit fingu sjey tingfólk. Men tá eg sá, at vit fóru niður á seks tingfólk, misti eg vónina, tí vit hava rættiliga nógvar profilar. Men fleiri teirra fullu so, og tað følist eitt sindur løgið. Men tað vísir kanska, at veljarin vil hava nýggj fólk inn í politikk, og tað sært tú aftur í næstan øllum flokkunum. Men eg eri ótrúliga spent og glað fyri álitið, sigur hervør Pálsdóttir.
Hervør Pálsdóttir førdi eitt valstríð, sum hevði umhvørvi og javnstøðu sum hjartamál. Í løtuni eru útlit til, at Tjóðveldi endar í andstøðu, og Hervør Pálsdóttir ásannar, at tað verður møguliga torført at føra tann politikkin úr andstøðu.
- Um tað verður, sum tað sær út sum nú, so verður tað torført at fáa meiriluta aftan fyri tann politikkin, sum eg gjarna vil síggja. Men tað fer ikki at steðga mær í at leggja uppskot fram og at royna at gera mítt til at flyta Føroyar á eina grønari og meira javstøðuliga leið. Endi eg í andstøðu, so má eg bara gera mítt besta og royna at fáa semjur.
Hervør Pálsdóttir vil tó ikki fara so langt sum at siga, at tað er ómøguligt at fáa politisk úrslit úr andstøðu.
- Eg dugi at ímynda mær, at vit kunnu fáa eina fína grøna avtalu tvørtur um flokkar. Tað verður kanska verri við javnstøðuni, men eg ímyndi mær, at Ingilín og eg vera eitt fínt toymi júst á tí økinum, so vit kunnu halda áfram at stríðast.
Ungmannafelag hollur stuðul
Unga tjóðveldið hevur í nógv ár verið eitt av teimum meira aktivu politisku ungmannafeløgunum í Føroyum, og tað hevur eisini havt týdning fyri Hervør Pálsdóttir, at hon hevði eitt ungmannafelag aftan fyri seg, tá hon stillaði upp.
- Ungmannafeløgini merkja nógv. Fyri meg merkti tað, at eg hevði nógv fólk aftanfyri meg, sum kundu hjálpa mær. Tað gevur eisini ein annan felagsskap, at tú ert eitt ungmannafelag, ið stillar ein persón upp. Tað er heldur eingin loyna, at tað var Unga tjóðveldið, ið fíggjaði mítt valstríð. Tað hevur verið gott fyri meg og hevur havt við sær, at eg fekk gjørt tey tingini, sum eg fekk gjørt, sigur Hervør Pálsdóttir og vísir á, at umframt at fáa hjálp við tí praktiska, so hevur moralski stuðulin eisini nógv at siga.
Ungmannafeløgini kundu tó havt meira at siga í politiska landslagnum í Føroyum, og serliga eru tað miðlarnir, ið ikki eru nóg góðir til at lofta ungmannafeløgunum. Hervør Pálsdóttir vísir á, politisku ungmannafeløgini hava kreftirnar til at ávirka í politikki. Ítøkiliga vísir hon á, at Unga tjóðveldið tók stig til at fara undir veðurlagsverkfall í Føroyum, og at veðurlagsverkføllini hava syrgt fyri, at talan í stóran mun gjørdist um eitt umhvørvisvalstríð.
Umboðandi fólkaræði
Tað er ilt at siga, hví tað gjørdist júst hesaferð, at fleiri ung komu inn á ting. Møguliga er tað tí, at veljarin heldur, at onnur tingfólk hava sitið ov leingi, og at veljarin vil satsa upp á yngri fólk. Hóast Hervør Pálsdóttir stúrir fyri, at hetta var eitt eindømi, og at tingsamansetingin fer aftur til tað gamla um fýra ár, so vónar hon, at hetta var byrjanin til, at fleiri ung fólk fara at sita á tingi.
- Tað er týdningarmikið at fáa ung fólk á ting, tí tingið verður meira umboðandi. Tað er eisini annarleiðis at vera ungur í dag, enn tað var fyrr. Tað eru onnur ting, ið ung fólk møta. Tú hevur eina aðra mynd av politikki, og tú mást fáa øll tey ymisku sjónarmiðini umboðað í politikki, sigur Hervør Pálsdóttir og leggur aftrat, at tað kortini er løgið, at einki umboð er fyri tey, sum eru í 30'num, nú fýra valevni í 20'num komu á ting.
Alternativ kampanja
Alternativu málaðu plakatirnar hjá Hervør Pálsdóttir vaktu ans undir valstríðunum. Tað kostar at føra eitt vanligt valstríð við plakatum, faldarum og lýsingum, og hetta var ein útreiðsla, ið Hervør Pálsdóttir valdi frá.
- Tað er ein fólkaræðisligur trupulleiki, at tað, at tú ikki eigur pengar, forðar tær í at stilla upp. Tí tað ger, at tú ikki fært ta umboðanina, ið veit, hvat tað er at búgva í fátækraváða og hvussu tað er ikki at hava tak yvir høvdið. At tað manglar tann smafelagsbólkurin, tí tað ber ikki til at stilla upp, tí tú ongar pengar eigur, tað er ein samfelagstrupulleiki, sum vit mugu snakka um.