Veljið miðjuna

Við tí skuldarbyrðu sum hvílur á herðunum á Klaksvíkini, verða tað ongar fantastiskar loysnir sum fara at loysa teir trupulleikar, sum vit í dag hava at dragast við.

Andreas Josephsen

valevni Sjálvstýrisfloksins

í Norðoyggjum



Eftir at hava lisið greinarnar hjá øðrum valevnum, sum bjóða seg fram til býráðsvalið, má eg siga at tað tykist ikki mark vera fyri hvat verður lovað. Bæði á sosiala, mentunarliga og vinnuliga økinum skulu útbyggingar gerast fyri 10 tals milliónir, hóast vit øll vita at fíggjarkarmarnir ikki eru til staðar fyri slíkum loysnum.

Nei ? her er umráðandi at vit velja eina miðloysn.

Vit eiga at meta um tann tørv sum er á teim ymsu økjunum (barnaansing, skúlamál, trivnaðarmál og annað) og so finna eina miðloysn soleiðis at vit fáa sum mest burtur úr teimum pengum, sum okkum er givið at umsita fyri borgararnar í hesum samfelag. her krevst ein sterkur ryggur, sum vil vera við til at byggja upp, ístaðin fyri at blása upp!

Í samstarvi við aðrar positivar flokkar, fer sjálvstýrisflokkurin at arbeiða miðvíst fyri at Klaksvíkin verður býurin, har ungdómar velja at seta búgv.

Tær »fantastisku loysnirnar« forða eisini fyri at munadyggar loysnir verða førdar út í lívið. Her hugsið eg serliga um vanaliga standin sum vegir og gongubreytir í býnum eru í. Her hevur alt ov lítil orka verið nýtt og soleiðis hevur eisini verið við flestu ognum hjá Klaksvíkar Kommunu.

Tað kann ikki góðtakast at ávís økir í býnum sleppa at falla í vanrøkt, tí ein ætlar at brúka pengar upp á onnur øki eitt nú Klaksvíkar Havn og skúlan. Sjálvandi skulu vit sygja fyri at skúlin verður gjørdur liðugur so skjót sum tilber, men hetta kann ikki gerast soleiðis at onnur øki í kommununi fella í vanrøkt.

Her skal ein miðloysn finnast, til frama fyri allar borgarar í býnum.

Far tí á val og set krossin við eitt av valevnum sjálvstýrisfloksins.

Gott val.