Av tí at kvalifikatión til VM 2015 í Qatar er flutt fram til aprílmánaða, má Jan Ottosen nýta alla sína orku upp á at venja avstralska landsliðið. Tí gevst hann sum venjari hjá VÍF
VÍF boðaði í gjár frá, at Jan Ottosen, sum seianstu tíðina hevur verið venjari hjá Elektrondeildarliði felagsin samstundis, sum hann er avstralskur landsliðsvenjari, nú gevst sum venjari í Vestmanna.
– Hesi bæði arbeiði hevur hann passað so væl, sum hann kann, og hevur tað iki ávirkað nakað av týdningi, sigur felagið.
Men nú er støðan broytt við tað, at kvalifikatiónin til VM 2015 er flutt fram til síðst í aprílmánaði.
– Fyri at hann skal kunna røkja starvið í Avstralia eisini, so er neyðugt við at velja annað felagið framum, skrivar VÍF, sum væl skilir støðuna hjá Jan Ottosen.
– Vit stuðla honum í síni støðutakan. Jan Ottosen hevur verið ein góður maður fyri føroyskan hondbólt. Hann hevur sett síni positivu spor, fyrst í Kollafirði og síðani hjá okkum í VÍF. Felagið takkar Jan Ottosen fyri tað, hann hevur gjørt og hvør veit? Kanska møta vit Australia í einum venjingardysti einaferð í framtíðuni, skrivar VÍF.
Kvinnunar hjá VÍF eru nummar eitt, og til felagið endaliga hevur gjørt av, hvør skal standa við stýrisvølin, so fer Henrik Gerster at taka sær av kvinnunum hjá VÍF.