Velur landspolitikkin

Eyðgunn Samuelsen, sum hevur verið byráðslimur í Klaksvík seinastu 16 árini, stilla ikki til til býráðsvalið í heyst.

Hon sigur, at beint eftir seinasta løgtingsval tók hon hesa avgerð, tí tað er vónleyst at røkja bæði býráðsarbeiðð og løgtingsarbeiðið í senn til fulnar.

- Men eg eri fegin um tey 16 árini í býráðnum, tí tey hava verið mær góð barlast í landspolitiska arbeiðinum, sigur Eyðgunn Samuelsen, sum als ongar ætlaninir hevur um at taka seg úr landspolitikki.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, er eisini bæði býráðsimur í Klaksvík og limur í løgtinginum. Hon hevur enn ikki tikið støðu til, hvussu hon ger í heyst.