Tað sigur Barbara Holm blaðstjóri á Sosialinum. Orðadráttur hevur tikið seg upp ímillum hana og Ivan Niclasen, um viðurskifti í Kringvarpinum.
Ivan Niclasen leggur Sosialin undir at villleiða.
- Skulu vit taka tað, Ivan Niclasen førir fram í álvara, merkir tað, at journalistar kunni ikki endurgeva úr skjølum av hesum slagi. T.v.s skjøl við hvøssum atfinningum fara frá viðkomandi fólki til ein hægri myndugleika - sama um vit rópa tað klagur, kærur, kunning, notat ella okkurt heilt annað, skrivar Barbara Holm.
Barbara Holm heldur, at um Ivan skal hava rætt í tí, so má tað so merkja, at:
- At man ikki má endurgeva úr klagum til Landsstýrismálanevndina, uttan at at tryggja sær, at punktini í klaguni eru røtt, altso, at kærarin fær viðhald.
- At man ikki má endurgeva úr klagum til Løgtingsins umboðsmann, uttan at tryggja sær, at klagan er røtt, altso at kærarin fær viðhald.
- At man ikki má endurgeva úr klaguni frá lærarum á Glasi til Mentamálaráðið um stjóran, uttan at kanna, um hvørt punktið sær nú er rætt, altso, at kærararnir fáa viðhald.
- Og í hesum førinum, at man ikki má endurgeva úr atfinningarsomum skjali til Kringvarpsstýrið uttan at tryggja sær, at sendarin hevur rætt í øllum klagupunktunum.
Barbara Holm sigur, at tað er annars nakað, Kringvarpið ger javnan.
- Sjálvandi kann endurgevast úr slíkum skrivum við tí neyðuga fyrivarni, at talan er um atfinningar frá einum parti í málinum, og at aðrir partar fáa høvi at gera viðmerkingar. Leiðarin hjá Ivani, stjórin hjá Ivani, stýrisformaðurin hjá Ivani, álitisfólk á stovninum og starvsfelagar hjá Ivani hava havt møguleika at svara, sum leiðreglurnar um góðan fjølmiðlasið siga. Nú Ivan ikki er samdur kundi hann umhugsað at tikið upp við tey, heldur enn við Sosialin. Í skrivinum til stýrisformannin verður millum annað ein hending umrødd, tá ið stjórin á Taks varð boðin í sjónvarpið. Ivan Niclasen er ósamdur í frágreiðingini um, hvussu hetta fór fram, og tað er í lagi. Ivan var sjálvur partur av hesari hending og hevur sína frágreiðing um hana. Tað broytir tó ikki upp á veruleikan, at skriv eru send kringvarpsstýrinum uttan um stjóran, tí misnøgdin er so stór, og at vit kunnu umrøða hesi skriv, skrivar Barbara Holm í aftursvarið og heldur fram:
- At Ivan tó framhaldandi heldur fast í, at Sosialurin átti at hava kannað betur, um tað nú passaði, sum stóð í skjølum frá Kringvarpinum til stýrið er beinleiðis óskiljandi. At Ivan Nicalsen ikki kann fyrihalda seg til, at skjølini í málinum eru nóg mikið av dokumentatión til at skriva umrødda tema, kann benda á, at hann í royndini at tveita bóltin yvir á Sosialin í veruleikanum rakar beint í høvdið á sínum egnum starvsfelagum. Um so er, at Ivan Niclasen hevur so lítið av áliti á egnu starvsfelagaðar, so má Ivan Niclasen verða so mikið at sær komin, at hann kann siga tað, sigur Barbara Holm.
Les alt aftursvarið frá Barbaru Holm, blaðstjóra, HER