Venda ikki aftur til studning

? hóast oljuprísurin er høgur og møguliga verður enn hægri sigur løgmaður í viðmerking til úttalilsi frá formanninum í Reiðarafelagnum um, at flotin verður lagdur hækka oljuprísirnir meira

Jan Müller



Støðugt hækkandi oljuprísurin er vorðin ein so mikið stórur trupulleiki fyri føroyska fiskiflotan, at formaðurin í Reiðarafelagnum herfyri hótti við at leggja flotan, um prísurin helt fram at vaksa.

Anfinn Kallsberg, løgmaður ásannar í eini viðmerking, at høgi oljuprísurin er ein stórur trupulleiki fyri okkara vinnulív serstakliga men viðgongur samtíðis, at landsstýrið fær ikki gjørt nógv. ? Vinnan í Føroyum er jú frítikin fyri ein rættiliga stóran part av avgjøldum. Vónandi klárar vinnan henda eyka kostnaðin. Sjálvur vóni eg, at prísurin fer at lækka nakað aftrat og stabilisera seg.

Uppá fyrispurning um landsstýrið fer at lata fiskivinnuni studning, um oljuprísurin fer at hækka uppaftur meira sigur løgmaður, at tað er skeivt nú at fara at lata studning til vinnuna, tí vit hava bart okkum burtur úr øllum studningi og tilskotum og hava roynt at laga vinnuna soleiðis, at hon ikki er tyngd av almennum avgjøldum osfr. ? Tað er avgjørt óheppið at fara inn aftur við stuðuli. Eg vóni heldur ikki, at tað kemur hartil, at hesin spurningurin verður aktuellur.

Løgmaður vísir annars á, at tað var sera óheppið, at vit fingu so høga hækking í oljuprísinum eftir at bryting varð gjørd í oljugjaldinum. Hevði tað ikki verið gjørt, so hevði tað merkt eini 30-40 oyru uppá litum tann betra vegin. Hevði gamla skipanin verið galdandi, so hevði tað verið tað bíligari.

Løgmaður sigur annars, at vit hava jú bæði avgjaldsskipan og skattaskipanina til viðgerðar í løtuni. So er spurningurin, hvar tú leggur uppí fyri at lætta um um trýstið. ? Tað er í hvussu er ætlanin hjá samgonguni at lætta um trýstið og serstakliga skattatrýstið á lægri inntøkurnar. Persónliga dámar mær betur at lætta um skattatrýstið enn um avgjaldstrýstið.

Uppá fyrispurning um fólkaflokkurin kemur við einum uppskoti um skattalætta fyri lægri inntøkurnar sigur løgmaður, at hetta er ein samgonguspurningur. -Tað stendur jú í samgonguskjalinum, og tað fara vit at royna at gera til veruleika.