Vendsyssel fekk ein avsmurning í Hobro

Tað gekk av skriðuni hjá Vendsyssel FF í kvøld

René Shaki Joensen var við frá byrjan, tá lið hansara, Vendsyssel FF í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini vitjaði Hobro á útivølli.

 

Talan gjørdist um ein lemjandi 0-4 ósigur hjá Vendsyssel FF. Hobro kom á odda longu tá 14 minuttir vóru farnir, og í steðginum var Hobro á odda 1-0. Í seinna hálvleiki økti Hobro til 3-0 tað fyrsta korterið. Vendsyssel FF royndi at betra um úrslitið, men tað endaði við, at Hobro økti til endaliga úrslitið 4-0.

 

Vendsyssel FF liggur nú á niðurflytingarplássi við bert fýra stigum. Tó er bert eitt stig upp til bjarging. Roskilde FC hevur fimm stig á triðaftasta plássinum. Vendsyssel spælir sín næsta dyst á útivølli ímóti Næstved. Hetta verður sunnudagin 11. september. 

 

Støðan í næstbestu donsku fótbóltsdeildini : 

 

#P
1 Nykøbing FC612 - 715
2 FC Helsingør69 - 511
3 Hobro614 - 910
4 Vejle Boldklub69 - 410
5 Næstved610 - 810
6 HB Køge67 - 49
7 Fremad Amager68 - 57
8 Fredericia66 - 87
9 Skive65 - 147
10 FC Roskilde64 - 85
11 Vendsyssel FF66 - 124
12 AB Gladsaxe66 - 122