Meinhard Egilsson Olsen hevur longt sáttmálan við Vendsyssel. Hann fór í summar úr NSÍ til Vendyssel. Sáttmálin var fyribils til í vetur. Nú eru partarnir komnir ásamt um, at leingja samstarvið.
- Meinhard er framvegis ungur, men hann klára seg væl til venjing. Vit trúgva upp á, at hann framvegis kann koma langt, sigur Jacob Krüger, ítróttarstjóri í Vendsyssel.
Meinhard Egilsson Olsen er 18 ára gamal, og hevur spælt á U21 landsliðið. Hann er í løtuni í Rumenia, har U19 landsliðið spælir EM undankapping. Umframt Meinhard, so eru René S. Joensen og Hallur Hansson eisini í Vendsyssel.