Eins og hini feløgini í næstbestu deildini, fyrireikar Vendsyssel seg í løtuni til komandi kappingarár í næstbestu donsku deildini. Vendsyssel spældi í dag sín næstseinasta venjingardyst áðrenn at kappingin byrjar um eina viku.
Dysturin var móti FC Fredericia, og tað eydnaðist Vendsyssel at vinna dystin 1-0.
Føroysku leikararnir, Hákun Edmundsson og René Shaki Joensen, spældu ein leiklut á liðnum hjá Vendsyssel í dag, meðan seinasti føroyingurin í felagnum, Meinhard E. Olsen, í løtuni situr uttanfyri við skaða.
Hákun Edmundsson kom á vøllin tá ein hálvur tími var eftir av dystinum, meðan René Shaki Joensen kom á vøllin lítla løtu aftaná. Hjá teimum báðum gekk væl, eftir at teir komu á vøllin.
Sum heild skuldi Vendsyssel vunnið dystin meira enn 1-0, tí teir vóru greitt tað betra liðið á vøllinum.
Týsdagin spælir Vendsyssel seinasta venjingardystin áðrenn kappingin fer av bakkastokki. Tá møta teir Jammerbugt í einum venjingardysti, meðan fyrsti dystur í næstbestu deildini hjá teimum er móti HB Køge.