EVROPA-MIÐEYSTUR
Johan Jacobsen
johan@sosialurin.fo
Venesia var eitt lítið lýðveldi, sum gjørdist stórmakt við einum her- og handilsflota, sum m.a. samstarvaði við teir muslimsku mamlukkisku sultanarnar og ráddi yvir stóra Konstantinopel. Venetar ella venesiumenn høvdu bæði forvitni og áræði eftir bæði vitan og valdi. Til dømis varð ein rannsóknarferð gjørd til Grønlands í 1395! Men hevði tað ikki verið fyri teirra samhandil við muslimar hinumegin Miðjarðarhavið, so hevði Venesia ella Venedi, sum vit eisini kalla tað, neyvan verið meiri enn ein lítil fiskiveiðubygd.
Saudi Aramco World – eitt tíðarrit úr Texas
Risastóra oljufelagið, ja tað størsta í heiminum, Saudi Aramco hevur fleiri ymiskar verkætlanir á skránni á somu tíð. Ein afturvendandi fyritøka hjá felagnum er eitt tíðarrit, Saudi Aramco World, hvørs endamál m.a. er at skapa forstáilsi og samstarv millum arabiska/muslimska heimin og vesturheimin. Fyritøkan hevur verið kend við navninum Aramco, ein samanseting av Arabian American Oil Company. Síðan 2000 hevur heitið verið Saudi Aramco. Hóast saudiarabiska stjórnin hevur havt fíggjarligan meiriluta í felagnum síðan 1980, so er samstarvið við USA ikki slept. T.d. kemur hetta tíðarritið út í Houston, Texas. Greinar í Saudi Aramco World snúgva seg ofta um, hvussu samstarv millum arabiska heimin og vesturheimin kann vera møguligt, um arabarar ella muslimar í vesturheiminum og annars um, hvussu hesi báðir heimspartar á ymsar háttir hava borið við hvønn annan – fleiri eru dømini, eitt meiri forkunnugt er keksin í kramarhúsísinum, hvørs bakstur, sigst verða av sýriskum uppruna. Greinaskrivarar er oftast ymiskir serfrøðingar innan tey evnini, sum skrivað verður um. Hesaferð er ein grein við um Edward W. Lane – tann fyrsti yvirhøvur, um legði eina rættiliga orðabók til rættis millum tey bæði stóru heimsmálini arabiskt og enskt.
Uttan iva hyggur greinaskrivarin hjá Saudi Aramco meiri eftir samhandlinum og minni eftir ósemjum og kríggjum millum partarnar, venesiumenn og muslimar. Men frá 12. øld og líka inntil 16. øld var hesin samhandilin ein hin størsti í heiminum.
Venesiumenn á Føroya Banka
Leiðandi venesia-familjan, við eftirnavninum Zen, sum í stóran mun var við til at grundleggjan Venesia-veldið, hevði áræði og eitt ósløkkjandi forvitni, ið leiddi teir framvið Føroyum og heilt til Grønlands. Nicolo Zen stóð á odda fyri rannsóknarferð til Orknoyggjarnar og Grønlands í árunum 1393-95. Úrslitið av hesum forvitni og rannsóknarferðum kann ein síggja aftur í Venesia. T.d. í stóra kortkamarinum, »Sala del Scudo«, í stórslignu borgini, sum í dag er fornminnissavn í miðdeplinum í Venesia. Her hanga heimskort, ið vísa hvussu venesiumenn sóu heimin í 14-1500 talinum. Norðuratlantshavið við oyggjum er eisini upptekna við neyvleika, sæð í mun til at kortini eru uml. 500 ára gomul. Sambært søgufrøðingum náddi bróðir áðurnevnda Nicolo, Antonio, til Novo Scotiu longu í 1398. Ein annar úr somu familju, Daragon Zen, var handilsmaður á arabisku hálvoynni í 15. øld, í 16. øld var Pietro Zen sendimaður í Damaskus. Eydnan hjá hesi familju hevur verið knýtt at sambandinum millum Venesia og muslimska heimin, sum stavar aftur frá 8. øld og inntil uml. 17. øld.
Venesia og mamlukkarnir
Í 1204, við tí Fjórðu Krossferðini, reisti Venesia seg yvir sínum grannum. Hendan krossferðin til Jerusalem endaði við býarportrini í Konstantinopel, her fingu venetar nógv burturúr og vunnu á versta fígginda sínum, byzantinum. Fyrst í 14. øld, meðan landaøkið í eystara parti av Miðjarðhavinum var sundurpettað í smástatir, stóðu lýðveldið Venesia og muslimski staturin hjá mamlukkunum serliga sterk. Av somu orsøk gjørdist samstarvið millum báðar partarnar sera týdningarmikið.
Hesin muslimski staturin fevndi um núverandi Egyptaland og strekti seg norðureftir miðjarðarhavsstrondini, inn í núverandi Sýria. Venesia legði seg í leiklutin sum miðstøð millum vesturheimin og eysturheimin og fekk nógv burturúr hesum leikluti. Venetar vóru í hondunum á mamlukkum, tí tað var í teirra havnaløgum, at mærglætisvørur úr eysturlondum komu. Síðan vórðu tær fluttar úr Alexandria, Jaffa, Tripoli, Beirut og øðrum havnabýum til lýðveldið Venesia. Millum hesar vørur vóru bummull, kryddarí, luktilsi, litevnir, silki, teppir, trælir osv.. Mamlukkarnir litu hinvegin á, at her- og handilsflotin úr Venesia kundi seta hesar vørur av og finna ein marknað. Báðir partarnir høvdu brúk fyri hvørjumøðrum. Venetar gingu ofta ímóti kristnu grannatjóðum sínum í hesum handilsvirkseminum – t.d. vóru tað mamlukkar, sum bastu fyri teimum seinastu restunum av krossfarum í Miðeystri. Í muslimska heiminum stovnaðu venesiumenn handilsstøðir. T.d. í Aleksandria vóru tveir stórir handilsbygningar reistir, hesir vóru kendir fyri vera millum teir vakrastu í egyptiska havnabýnum. Hesar handilsstøðir vóru varandi støðir og heim hjá handilsmonnum og eisini fevndu hesar støðir um heilar býarpartar. Hinvegin, viðvíkjandi muslimskum handilsmonnum í Venesia, var støðan ein onnur. Hesir steðgaðu ikki longri, men heldur í stuttum tíðarskeiðum. Hóast hetta, so vóru muslimskir handilsmenn vælkomnir á ein hátt, sum teir ikki vóru í øðrum evropeiskum býum. Og søguligar keldur, bæði skriftligar og málningar, siga frá slíkum vitjanum.
Søgufrøðingar meta, at um hesin samhandil ikki var komin í lag, so hevði Venesia ella Venedi hildið fram við einans at vera ein lítil og vanlig fiskiveiðubygd. Handilsrutan millum Venesia og eysturlondini er farin í søguna. Í dag er støðan ein heilt onnur og nógv meiri samansett – júst hendan frásøgnin verður t.d. lutvíst skrivað umvegis eitt saudiarabiskt tíðarrit, ið kemur út í Texas. Men eftir stendur, at Venesia í miðøldini var ein portalur – bæði fyri evropearar og eysturlendingar – út í heim.
______________________________________
Arabia í Venesia:
? Kirkjutornið til San Pietro Castello-kirkjuna, bygt eftir forna ljóstorninum í Alexandria, Egyptalandi.
? Kaffistovurnar í Venesia vóru gjørdar eftir sama leisti, sum hann upprunaliga var í Istanbul. Kaffistovan á Skt. Markus Plássinum, Caffé Florian, frá 1720 er eitt gott boð uppá elstu kaffistovuna í heiminum. Í 17. øld opnaðu fleiri kaffistovur kring Venesia.
? Palazzo Dario. Bygningssniðið og serliga prýði við kringlunum á hesum húsinum, ið liggur út til Grand Canal, fylgir sniðinum borgini hjá einum prinsi í Cairo. Eigarin av Palazzo Dario, Giovanni Dario, var sendimaður í Cairo í 1500-talinum.
________________________________
Fakta:
? Fyrsta prentaða bókaútgávan nakrantíð av Koranini var gjørd í Venedi í 1537.
? Venesia var ein heilt stórur býur. Í 1500-talinum var fólkatalið umleið tað sama sum í Kairo, 150.000.
_________________________________
Málsliga
At »Venedi« liggur langt burturi sæst aftur í okkara orðabókum. Á føroyskum, sambært tveimum orðabókum [ -einki- ], sambært talumáli og føroyskum heimasíðum: »Venedi(g)« og »Venesia«. Arabarar kalla býin »Wenedik«.