Venja á leikvøllinum

U21 landsliðið í holt við seinastu fyrireikingarnar undan dystinum móti Írlandi

Føroyska U21 landsliðið skal í morgin spæla seinasta U21 landsdystin í hesum árinum. Dysturin verður móti Írlandi í Sligo.

 

Føroyska liðið hevur í dag sína seinastu venjing undan dystinum, sum verður í morgin klokkan 15.45 føroyska tíð.

 

-       Stadionvenjing er nú klokkan 15.45. Her hevur verið keðiligt veður, men lagið er gott. Hópurin var í Go cart sentri í gjár og koyrdu kapp. Í morgun hava vit verið í eini bowling, sigur Bill M. Jacobsen, annar av U21 landsliðsvenjarunum hjá Føroyum.

 

In.fo fylgir gongdini í Írlandi.