Venja lítið og hvíla nógv

Fótbóltur

Eftir at hava verði í Billund á vegnum lendi flogfarið við fótbóltslandsliðnum um tíggju tíðina mikukvøldið í floghavnini í Pragh, har tað eisini í gjár var heystarveður.

Í skránni, sum frammanundan varð kunngjørd, stóð, at landsliðið skuldi venja í gjár og aftur í gjárkvøldið, men venjingin fyrrapartin var av ongum. Í staðin vórðu spælararnir við bussi og hugdi at miðbýnum.

Allan Simonsen gjørdi av at avlýsa venjingina, tá tað gjørdi honum greitt, at bussferðin til tjóðarvøllin har ætlanin var at venja, kundi verða trý korter og kanska ein tíma. Frá onkrum hevði hann fingið at vita, at teinurin kundi koyrast í 20 minuttir

? Tað eri ikki so ógvuliga harmur um at tað ikki ber til at venja. Hetta er endin á fótbóltsárinum. Spælararnir eru í góðari venjing, men teir eru troyttir, og tí kemur tað væl við at hvíla nógv og øll fáa viðgerð fyri smáskaðarnar, sum fleiri dragast við, og so samstundis hugsa um stóru uppgávuna í annaðkvøld. Her hevði eg skriva í skránni, at skráin møguliga fór at blíva broytt, og í tí lá, at ein venjing møguliga fór at blíva avlýst.


Verið í miðbýnum

Fyrrapartin í gjár var landsliðshópurin í bussi í Miðbýnum og hugdi at Prag. Og tað vóru ikki bara landsliðsspælararnir, sum vóru miðbýnum. Í gamla býarpartinum vóru fleiri føroysk ferðafólk at síggja til gongu saman við lokalkendum ferðaleiðara.

Jens Erik Magnussen, formaður í landsliðsnevndini hjá Fótbóltssambandinum, er sum so mangan áður ferðaleiðari hjá landsliðnum. Hann sigur, at teir vita um 325 føroyingar, sum fara at hyggja at dystinum í annaðkvøld.

Tá landsliðsspælararnir á miðdegi í gjár komu aftur á gistingarhúsið, har teir halda til, gekk bara ein lítil løta, so vóru Todi Jónsson, Óli Johannesen og Jákup Mikkelsen eisini har. Teir vóru farnir úr Keypmannahavn tíðliga fyrrapartin.