Venja seg at basa oljudálking á sjónum

Landsverk fekk í fjør ábyrgd fyri allari oljubasing á sjónum uttan fyri tær kommunalu havnirnar.

Í oktober skipaði stovnurin fyri fyrstu venjingini at basa oljudálking, og í síðstu viku varð skipað fyri skeiði og venjing fyri tey fólkini, sum eru sett at taka sær av møguligum oljudálkingum, sigur Landsverk, sum eisini hevur tikið myndirnar.

Síðani Landsverk yvirtók ábyrgdina fyri oljubasing, hevur verið arbeitt við at gera eina ætlan fyri alla tilbúgving á sjónum. Hetta byggir á ein leist, sum Umhvørvisstovan hevur lagt lunnar undir.

Ein týdningarmikil partur av hesum arbeiði er at førleikamenna tey sum skulu við at basa oljudálking.

Í hesum sambandi skipaði Landsverk fyri skeiði, har umboð fyri norska Kystverket greiddu frá, hvussu tilbúgvingin og oljubasingin er skipað í Noregi.

Eisini greiddu umboð fyri Innlendismálaráðið, Umhvørvisstovuna, Tórshavnar Sløkkilið og Landsverk frá, hvussu tilgongdin til hesa uppgávuna hevur verið, og hvussu arbeiðið verður skipað framyvir.

Somuleiðis vóru umboð fyri MRCC, Fiskiveiðieftirlitið, sløkkilið og Staoil Føroyar, sum hevur givið fíggjarligan stuðul til førleikamenning innan oljubasing, eisini við.

Eftir tríggjar dagar á skúlabeinki fóru skeiðluttakararnir hósdagin inn á Sund í Kaldbaksfirði, har skipað varð fyri venjing við at leggja út oljusperringar, so “oljan” ikki endaði í fjøruni.

Bjargingarbáturin, Lív, var við og hann er sera væl egnaður og útgjørdur til slíkar arbeiðsuppgávur.

Í heyst verður aftur venjing í oljubasing, sigur Landsverk.