Leygarmorguni klokkan tíggju hava fótbóltsvenjararnir ársaðalfund í ÍSF húsunum í Gundadali. Felagið varð stovnað 8. februar í ár. Teir kalla seg Fótbóltsvenjarafelag Føroya, og leygardagin verður fyrsti regluligi aðalfundurin. Á stovnandi fundinum vórðu reglur fyri felagið samtyktar, og í fyrstu nevndina komu Petur Mohr, Jógvan Martin Olsen og Petur Simonsen, sum hevur verið formaður hetta fyrsta skeiðið:
? Á fundinum leygardagin verður frágreiðing frá tí, sum er farið fram higartil, uppskot um broytingar í reglunum verður lagt fyri fundin, og tað verður nevndarval. Jógvan Martin Olsen og John Reid Skoralíð fara at greiða frá skeiði um viðgerð av ítróttarskaðum, sum teir vóru á í Danmark í summar, og Johan Nielsen og Petur Mohr fara at siga frá einum skeiði fyri elituvenjarar, sum teir vóru á í Danmark í juni. Útbúgvingardeildin hjá FSF verður við á fundinum, og teir fara at greiða frá, hvørjar ætlanir teir hava hetta komandi árið.
Útbúgvingin
Petur Simonsen sigur, at felagið varð stovnað, tí tað ímillum teir, sum fáast við at venja, hevur veirð saknur í einum felags forum, har teirra áhugamál og viðurskifti annars hava verið á ovasta bredda:
? Málið hjá felagnum er at røkja áhugamálini hjá venjarunum og at virka føroyskum fótbólti at frama. Hetta fevnir um so nógv. Eitt av málunum er at koma við uppskotum til útbúgvingardeildina hjá FSF um skeið til íblástur. Venjaraútbúgvingin í Føroyum er eftir donskum leisti, og hon er góð. Vit halda tó, at tað er gott við íblástri aðra staðni frá eisini. Noreg hevur staðið seg sera væl í fótbólti tey seinnu árini, og vit eru glaðir fyri, at útbúgvingardeildin hjá FSF hevur tikið stig til eitt skeið fyrst í komandi ári, har ein norðmaður kemur at greiða frá, hvussu teir leggja fysisku venjingina til rættis, sigur Petur Simonsen.
Formaðurin í venjarafelagnum sigur, at ein onnur uppgáva, sum felagið ætlar sær at arbeiða við, eru arbeiðsumstøðurnar hjá venjarunum:
? Felagið er rættiliga nýtt, og vit hava ikki verið so ógvuliga virknir hesar fyrst-u mánarnar. Men eitt av málunum, sum eiga at standa ovarlaga á dagsskránni hjá tí nevndini, sum verður vald á fundinum leygardagin, eigur at vera arbeiðsumstøðurnar hjá venjarunum. Eg hugsi her t. d. um sáttmálavirðurskiftini. Venjararnir eru hugaðir fyri at fáa hesi viðurskiftini í eina fasta legu, kanska við standardiseraðum sáttmálum, og hetta er ein uppløgd uppgáva hjá felagnum at arbeiða við.
Allir venjarar
kunnu møta
Venjarafelagið hevur ongan limalista og tískl einki limagjald. Á stovnandi fundinum vóru omanfyri 30 luttakarar, og formaðurin í felagnum sigur, at allir venjarar eru væl komnir á fundin leygardagin.
? Formligu viðurskiftini viðvíkjandi limaskapi og limagjaldi er nakað, sum felagið fer at taka upp. Skulu vit arbeiða, so er neyðugt við eitt sindur av pengum at arbeiða við.
Felagið hevur søkt FSF um stuðul, men formaðurin heldur, at tað eisini er rímuligt, at limirnir sjálvir gjalda fyri, at teirra áhugamál verða røkt.